Tá tað ikki ber mær til at fara túrin niðan á Skarð eg vildi fegin verið við so ger Hjørdis, dóttir mín, mær tann beina at ganga upp á Skarð og siga nøkur orð, sum eg kundi hugsað mær at borið fram.
Tá eg í 1946 í mai mánaða kom til Fuglafjarðar sum fyrsti kommunulækni her, var eg rættuliga spentur uppá, hvussu mær fór at gangast.
Eg var bert 11 ára gamal, tá eg fór av Toftum í Realskúlan í Havn. 16 ára gamal fór eg á Sorø Akademis Skúla. Tá bar ikki til at fáa studentsprógv í Føroyum. Síðan fór eg til Keypmannahavnar. 1942 fekk eg læknaprógv, og arbeiddi sum lækni í Jútlandi, til kríggið var av. Arbeiddi sum hjálparlækni á Landssjúkrahúsinum, til eg kom til Fuglafjarðar.
Dámdi væl at
ganga í fjøllunum
Eg fekk 8 1/2 góð ár í Fuglafirði. Eg var væl móttikin, og fólk vóru sera fyrikomandi ímóti mær.
Hesi ár gekk eg rættuliga ofta um Fuglafjarðar Skarð til bygdirnar norðanfyri. Gloymi ongantíð ta vøkru sjón, tá Sivar og eg fyrstu ferð komu niðan á Skarð og í fagrasta veðri sóðu fjøllini og bygdirnar her norðanfyri. Sivar fylgdi mær fyrstu tíðina, annars gekk eg mest einsamallur. Mær dámdi væl at ganga, og tá ikki var neyðugt at fara við báti, gekk eg. Eg steðgaði altíð á, tá eg kom niðan á Skarð og legði ein fittan stein á varðan.
Eg havi fleiri góð minni um Fuglafjarðar Skarð.
Um skarðið
í nógvum kava
Ein seinnapart um 4-tíðina seint á heysti fekk eg boð um at koma sum skjótast til barnakonu á Hellunum. Tað var vátakavaveður, og eg avtalaði við Hellurnar, at tveir mans skuldu koma ímóti mær og møtast á Skarðinum. Tað var brim á Hellunum.
Eg fór so skjótt eg kundi til gongu við amboðunum á rygginum og eini lummalykt í hondini. Tá eg kom nakað niðan frá gørðunum gjørdist meiri og meiri kavi, og tað myrknaði so skjótt, tí tað kavaði illa. Tá eg kom niðan um seinastu brekku undan Skarðinum, vassaði eg í kava upp um knø. Eg hugdi at hellumonnunum, men onki sást til teir.
Mær longdist eftir Fuglafjarðar Skarði, og eg ynsksti, at eg var har. Tað kavaði illa, so striltið gekk at koma fram. So endiliga eina ferð, nú síggi eg tvær lyktir á Skarðinum. Teir komu oman ímóti mær og tóku byrðina av mær. Eg gekk í stuttum gummistyvlum, sum fyltust við kava, sum bráðnaði. Eg læt meg skóleysan og læt meg í turrar føroyskar hosur, sum eg tíbetur hevði tikið við mær. Tá batnaði, og vit komu í øllum góðum oman til Hellurnar.
Tað hevði tikið okkum tveir tímar at ganga til Hellurnar. Hvørki hellumenninir ella eg høvdu roknað við, at tað var so nógvur kavi í erva.
Barnakonan Dora fekk ein fittan drong seinni á náttini. Jarðamóður var ongin. Rímuligt vóru øll glað, nei, nógv meira enn vanligt tey hoppaðu og dansaðu og fóru við boðum um alla bygdina, at Dora hevði átt ein son. Eg fataði í fyrstan ikki rættuliga teirra ovurstóru frøi, men forkláringin var tann, at í heili 12 ár var onki dreingjabarn føtt á Hellunum.
»Hurrá« róptu tey.
Kreftirnar
gingu undan
Eina aðru ferð var eg á heimveg úr Oyndarfirði. Eg slapp norður til Oyndarfirðar tíðliga á morgni við Pride. Mátti inn í fleiri hús í Oyndarfirði og eisini á Hellunum, tá eg kom ígjøgnum bygdina, var eg inni í fleiri húsum. Alla staðni vóru tey líka blíð, bjóðaðu mær endiliga at koma til borðs at fáa mær mat og drekka. Men eg bar meg undan, tí eg hevði so nógv at gera.
Eg hevði gjørt avtalu við fólk um at koma í »konsultatiónina«, og ta avtalu ætlaði eg at halda.
Eg skundaði mær niðan gjøgnum brøttu brekkuna oman fyri Hellurnar og gekk skjótt niðan móti Skarðinum. Komin umleið mitt á slættan áðrenn brekkuna um sjálvt Skarði, fór mær at bila at ganga, eg orkaði bara ikki. Royndi bæði at ganga og grulva, men onki bar til. Setti meg niður á ein stein og fór at kanna meg sjálvan. Men nei eg hevði ikki ilt nakrastaðni, og armar og bein vóru í lagi. Hvat ólukkan bagir mær, hugsaði eg. Tá rann fram fyri meg, at mamma mín ofta hevði tosað um maktaloysi, sum kundi koma á menn í haga ella á útróðri tí altíð hava mat við. Eg fór at hugsa meg um, hvat eg hevði etið seinastu dagarnar. Tað vísti seg, at eg hevði havt so nógv at gjørt, at eg ikki hevði fingið eina orduliga máltíð seinastu tveir dagarnar, bert ein teskvatt og eina breyðflís av og á.
Hetta mundi vera maktaloysi, eg hevði fingið. Eg hevði gingið meg tóman fyri »bensin«.
Eg visti, at um eg so bíðaði ein til tveir tímar, so fór at batna, tí í livrini hava vit normalt nakað »reservabrennievni«. Veðrið var av tí allarfagrasta. Eg gjørdist hugtikin av øllum vakurleikanum, og fuglarnir sungu. Eg mátti geva tol.
Tá góður tími var farin, orkaði eg við spakuligheit at koma niðan á hetta góða Skarð. Eg legði ein stein á varðan og tøtlaði spakuliga oman í bygdina. Tá fekk eg nógv gott at eta og eg varð frískur.
Eg njóti at
ganga í haganum
Eg hevði nógvar góðar túrar niðan á Skarð, men eisini baldrutar túrar. Onkuntíð við tveimum monnum at slóða fyri, tí kavin var so nógvur. Alexandur Abrahamsen, sáli, var í hvussu so er fleiri ferðir við.
Eina nátt, tá eg kom úr Oyndarfirði, hoyrdi eg nakað, sum kanska fá av tykkum hava upplivað. Eg steðgaði á Skarðinum. Tá var myrkt og nokk so nógvur vindur. Tá hoyrdi eg tað, sum vist nokk kallast fjalladun. Tað dunaði í fjøllunum rundan um meg. Eitt heilt óhugnaligt og tó vakurt ljóð eitt dun. Eg sat góða løtu og lurtaði eftir hesum fjalladuni.
Eg havi nógv góð minnir úr haganum í Fuglafirði. Hevði haruhaga í Fjallinum og Klemmuni fleiri ár.
Tað er ikki skrøgg. Eg kundi virkuliga njóta at ganga í haganum og eisini um Fuglafjarðar Skarð.