Men ein sunnudag í november mánaði hvakk hann við. Hann sat og lurtaði eftir útvarpinum, og har hevði Jógvan Arge samrøðu við Víkar-Jógvan, sum greiddi frá, at hann var sín fyrsta túrin til skips í 1924 við Arizonu.
Jógvan Glerfoss bleiv so kløkkur, tí hann helt seg vera tann einasta frá tí túrinum eftir á lívi.
- Eg hevði ongantíð sæð henda Víkar-Jógvan, sum búði í 50 ár í Danmark, aftur síðan 1924. Eg havi spurt eftir honum, men eingin visti at siga mær, og eg helt tí, at hann eisini mundi vera farin, og bara eg var eftir á lívi.
- Tá eg so hoyrdi hann í útvarpinum, helt eg, at her kundi ikki vera talan um annað enn at fara norður at heilsa upp á mannin.
- Eg ringdi til hansara, og hann var eisini fegin. Hann segði mær, at hann hevði fingið eitt lítið ljós av, at eg var á lívi.
Jógvan Glerfoss hevur síðan í heyst hildið til hjá soninum á Argjum, og sunnudagin eftir, at hann hevði hoyrt Víkar-Jógvan fyrstu ferð í útvarpinum, fóru tveir synir saman við pápanum norður til Elduvíkar.
Sjáldsamt
- Hetta var ein rørandi løta, og vit báðir vóru samdir um, at hetta mundi vera sjáldsamt, at tveir gamlir vinmenn møttust aftur aftaná yvir 73 ár, báðir við sítt fulla skil.
Jógvan Glerfoss hevði frammanundan ivast í, um hann mundi fara at kenna navnan aftur.
- Tá vit møttust, var ymist, sum eg ministi væl aftur við honum. Eg kendi væl við málið á honum, tí tað var ikki so nógv broytt.
Henda dagin í Elduvík tosaðu teir um túrin í 1924, eisini ymist skemtiligt, og teir søgdu hvør øðrum lívssøguna.
Teir vóru tríggir fjúrtan ára gamlir sín fyrsta túr við Arizonu, teir báðir og so Alex Jacobsen av Húsum.
Alex doyði í summar, og hann plagdi Jógvan Glerfoss javnan at práta við í telefon.
- Henda dagin í Elduvík tosaðu vit um, hvussu harmiligt tað var, at vit allir tríggir ikki náddu at hittast. Vit vóru so væl.
Heimbygd og ættarbygd
- Tað var eisini stuttligt, at vit 73-74 ár seinni skuldi hittast aftur í heimbygd hansara og ættarbygd míni. Abbi mín var ættaður úr Elduvík.
Hittast aftur
- Tá vit skiltust, avtalaðu vit at hittast aftur, og vit hava síðan tosað einar tvær ferðir saman í telefon.
Jógvan Glerfoss hevur alt sítt lív búð í Mikladali, men stutt eftir at konan doyði, tað var í september, fór hann suður á Landssjúkrahúsið, og síðan hevur hann verið hjá soninum á Argjum og er komin fyri seg aftur. Ætlanin er at fara norður aftur.
Jógvan Glerfoss lærdi timbursmíð fyrst hjá abbanum og so hjá pápanum í Mikladali. Hann lærdi til seturskipara og førdi skip undir krígnum, og so lærdi hann til bátasmið. Um summarið var hann til skips, og um veturin smíðaði hann bátar.
- Vit eiga at gleðast yvir lívið, meðan vit hava tað. Maður skal gleðast um arbeiði sítt.