Hinumegin girðingina

Arbeiðið við brúnni við Streymin hevur darvað ferðsluni í fleiri mánaðir. Vit eru farin inn um girðingina at kanna málið

Hundin. Aftur nú!

Enn eina ferð bleiv ljósið reytt, áðrenn eg kom til brúnna. Síðan augustmánað havi eg aðru hvørja løtu verið noyddur at bíða, tí onkur arbeiðir við brúnni, men tað einasta sum sær út til at vera hent, er at stórir klossar eru settir mitt á vegin. Og so eru nakrir menn til arbeiðis har. Hvat ólukkan gera teir?

Vit eru farin inn um næstan metur høgu betongklossarnar á brúnni at kanna, hvat hendir.

Betongið frá í gjár er nærum stadnað. Nógvi vindurin á brúnni blæsur nýggja gráa betongsvøvið upp í nøsina, meðan brandgulu menninir í trygdarskóm og bláum hjálmum bora nýggj hol í betongið.

Bilarnir hava fingið grønt ljós og koyra hinumegin 80 sentimetra høgu betonggirðingina á norðaru helvt á lívæðrini um Streymin. Men kendi lukturin av bensini er ikki har. Hann verður blástur norður av brúnni.

Hesumegin betonggirðingina stendur 52 ára gamla Edvin Joensen av Eiði, sum er formaður á brúnni.

Formaðurin leggur arbeiðsmonnunum lag á, nú fyribils sambinding skal gerast á syðru helvtini á breytini á brúnni um Streymin, har ferðsla skjótt aftur skal verða.

– Nú? ber ikki til?

Vindurin er so nógvur, at formaðurin má rópa til arbeiðsmenninar.

– Nei, nei. Tað ger onki, um hatta verður eitt sindur forskotið.

Formaðurin – sum hevur til fremstu uppgávuna at syrgja fyri, at hinir fáa arbeitt – gevur greið boð.

Nú skal ferð á.

Betongarbeiðið á syðru farbreytini varð nevniliga liðugt í gjár, og frá í komandi viku skal nógva ferðslan leiðast eftir nýggja betonginum á smalu norðaru farbreytini.


Ótrúliga tolin

Ljósið er grønt Streymoyarmegin. Ikki so nógvir bilar fara norður eftir hendan fyrrapartin.

Eysturoyar megin er ljósið reytt, og bilrøðin byrjar at vaksa.

– Fólk eru ótrúliga tolin við okkum. Um tey so skulu bíða upp í 20 minuttir, tá vit stoypa, so hevur ongin verið og grenjað um tað, staðfestir formaðurin, nú vit ganga eftir brúnni ímóti Streymoynni.

So koyra bilar aftur ímóti Havnini. Ein stórur hvítur trailari kemur buldrandi eftir brúnni og órógvar vindin so mikið, at gulið norður gjøgnum fjørðin verður nærum burtur, nú nærkast vit bláa kaffiskúrinum vestan til á brúnni.


Serliga brúgvin

Innkomnir sessast vit. Alt er, sum tað eigur. Krunkasvarta kaffið í hálvskitnu kaffimaskinuni breiðir eyðkenda luktin í skúrinum. Vindurin hvínur gjøgnum veggirnar, sum leka eitt vet. Og á veggunum hanga tekningar av brúnni við smáum broytingunum, sum eru gjørdar við bláum blekki.

– Tað er nakað serligt at arbeiða við brúnni. Eg minnist væl, tá hon varð gjørd, og hvussu óðir menninir á Sundaferguni vóru, tá fólk koyrdu eftir demninginum, smásmílist Edvin Joensen.

Men leggur afturat, at flestu arbeiðini eru nakað serligt hjá honum.

– Tá eg síggi okkurt, sum eg havi verið við at skapa, so hugsi eg altíð um, nær tað var, og hvørjir arbeiddu har, staðfestir formaðurin, sum nýtir flestu løturnar í 11 tímar langa arbeiðsdegnum úti í hvirlunum á gomlu brúnni um Streymin.


Lívið er úti

Í 25 ár hevur Edvin Joensen starvast í byggivinnuni, og tað er millum annað útilívið í øllum veðri, sum hevur fangað arbeiðsformannin.

– Eg skal ikki siga, at eg ikki onkuntíð havi umhugsað at vera heima í illveðri, men tað hevur verið øgiliga sjáldan, tí tað er altíð eitt arbeiði, sum skal gerast. Men akkurát her á brúnni er verri enn aðrastaðni. Tað verður so øgiliga nógvur vindur, og onki læ er heldur, suffar Edvin Joensen.

Tó leggur hann afturat, at menniskjan kann venja seg við ta mesta.

Vit fara út. Formaðurin má hyggja at nýggju fyribils sambindingini, ið verður gjørd, nú brúgvin skal tryggjast, so hon halda í hundrað ár.

Ljósið er nú grønt eystarumegin. Ein hvítur Nissan við last er fremstur. Ferðslan skal skifta breyt í komandi viku. So vit skúgva okkum aftur á ferðslubreytina, har vit hoyra heima.

Vit eru úti aftur á vegnum. Frammanfyri irriterandi ljóskurvina. Nú bleiv ljósið grønt beinanvegin. Veldugt! So spardi mann hasar minuttirnar.


Fakta Edvin Joensen

Arbeiðspláss: Articon, brúgvin um Streymin

Starv: Arbeiðsformaður

Besta vit starvinum: At arbeiðsuppgávurnar broytast so nógv

Ringasta við starvinum: At sita á kontórinum og orðna pappír um ditt og datt

Størsti dreymur við starvi: Í løtuni at sleppa at gera flogvøll

Størsta frambrot: At føroyingar nú megna at gera flestu arbeiðini

Starvstíð: 2 ár hjá Articon, men 25 ár í byggivinnuni

Lívsstarv: Tað gangi eg útfrá og vóni

Starvsfólk: Umleið 80 hjá Articon, og 8 á brúnni

Sett á stovn: 2001

Staður: Á Hjalla 18 í Hoyvík

Stjóri: Jón Danielsen