Dagurin 11. september er knýttur at yvirgangi og deyða. Og tað hevur hann verið nógv longri enn tvey ár.
Dagurin var eisini søguligur í gomlum døgum, tá Kili var stavað við C.
11. september 1973 visti forsetin í Kili - Salvadore Allende - at hansara tíð sum forseti í Kili var úti. Forsetin hevði longu um fimm tíðina um morgunin hoyrt, at hernaðarkvettið móti sær var í gongd. Klokkan hálvgum átta kom forsetin á forsetaborgina - La Moneda - í Santiago, men hann visti, at hann neyvan fór livandi útaftur.
Salvadore Allende var framúr góður røðari og henda morgunin helt hann tríggjar útvarpsrøður til kilenska fólkið. Í seinastu røðuni kl. 9.10 heitti hann á fólkið um at verja seg, men ikki offra seg í nyttuleysari mótstøðu. Kvettharkaliðið hevði tá eftirlit við øllum landinum - uttantikið La Moneda.
Salvadore Allende vann forsetavalið í 1970. Hann stillaði upp fyri Unidad Popular, sum var ein breið vinstrasamgonga - fólkafylking - við drúgvum gróðrarbotni í arbeiðarafjøldini í Kili. Tað var ikki tilvildarligt, at vinstravongurin vann valið. Vinstrasamgongan við Salvadore Allende á odda hevði fleiri ferðir stillað upp áður. Hvørja ferð í valstríð móti borgarligum samgongum. Í 1958 var Allende bert 30.000 atkvøður frá at gerast landsins forseti.
Arbeiðarafjøldin í Kili var væl samskipað og hevði verið tað í nógv ár, tí var sigurin í 1970 ein sigur, sum vinstravongurin meiri ella minni bert hevði bíðað eftir.
Tók sítt egna lív
Ein av lívlæknunum hjá Allende - Jose Quiroga - var í Keypmannahavn herfyri. Í samrøðu við Politiken greiður hann frá seinastu tímunum hjá Allende. Á vinstravonginum hevur í nú næstan 30 ár verið sagt frá, at Salvadore Allende varð dripin, meðan hann royndi at verja fólkaræði og forsetaborgina. Jose Quiroga tekur nú grundina undan hesi hetjusøgu. Men veruleikin var nóg syndarligur og syrgiligur.
11. september 1973 var Jose Quiroga farin til arbeiðis á sjúkrahúsinum, men var beinanvegin biðin um at koma á forsetaborgina, tí eitt kvett móti forsetan var í gongd.
"Eg fór til gongu, men tað var ein løgin túrur. Har vóru hermenn og politistar allastaðni. Sum eg nærkaðist Moneda, streymaðu øll mótsattan veg: Tey vildu burtur av forsetaborgini," greiður lívlæknin frá.
Salvadore Allende var føddur í 1908 og longu í 20-unum var hann virkin í kilskum politikki. Hann var ein av stovnarunum av sosialistaflokkinum í 1933. Í 1938 var hann heilsumálaráð-harri í stjórnini hjá fólkafylkingini. Eftir kríggið stillaði hann upp fyri breiðar vinstrasamgongur í 1952, 1958, 1964 og í 1970, tá hann vann, og var tilnevndur forseti í november 1970.
Tað er tó vert at býta merki í, at Allende bert vann forsetavalið, tí borgaraligi vongurin var farin í tvíningar. Salvadore Allende fekk góð 35 prosent av atkvøðunum, meðan tey bæði borgara-ligu valevnini fingu meiri enn 60 prosent, men hvørgin meiri enn 35 prosent.
Høgravongurin hevði saman við CIA roynt at lagt forðingar í vegin fyri, at Allende skuldi tilnevnast forseti, men í fyrstu syftu eydnaðist hetta ikki.
Í fjølmiðlunum varð sagt, at heimurin nú hevði fingið fyrsta fólkavalda marxistiska forseta. Og Allende gjørdist eisini skjótt fyrimynd fyri frælsisrørslur í triðja heiminum.
Kravboð um at yvirgeva seg
Jose Quiroga slapp gjøgnum vaktarhaldið á forsetaborgini, sum longu tá var kringsett av hermonnum. Men forsetin og fleiri av hansara medarbeiðarum vóru slopnir inn.
"Har vóru nógv inni á forsetaborgini - medarbeiðarar, embætisfólk og tíðindafólk. Allende sjálvur var á triðju hædd og næstu medarbeiðarar hansara á 2. hædd. Umleið klokkan átta helt hann sína fyrstu røðu til fólkið og stutt aftaná aðru røðuna," sigur Jose Quiroga.
Klokkan 8.42 komu kravboð frá kvettmonnunum - fleiri høgir herovastar, sum fingu stuðul frá høgraflokkunum, arbeiðsgevarunum og USA. Gjøgnum útvarpsstøðina Cadena Democratica komu kravboðini til forsetan, at hann innan klokkan 11 skulu geva seg yvir - annars leyp herurin á forsetaborgina. Stutt fyri hetta hevði formaðurin í Sosialistaflokkin hjá Allende biðið forsetan um at ríma fyri at skipa mótstøðuna móti kvettmonnunum frá onkrum loyniligum staði í býnum.
Valskráin hjá Unidad Popular var greið. Kili skuldi broytast til ein sosialistiskan stat, men tað skuldi gerast gjøgnum tjóðartingið við lógum, sum vóru samtyktar við meiriluta í tinginum.
Í USA stúrdi stjórnin fyri, hvat fór at henda í Kili. Amerikanska stjórnin sá fyri sær, at meginparturin av Suður-Amerika kundi søkka í sosialistiska dýkið.
Longu í 1970 gjørdi amerikanska stjórnin av at leggja so nógvar forðingar fyri Allende sum møguligt. Hetta skuldi í fyrsta umfari gerast við at raka landið búskaparliga. Lán og kredittir vórðu steðgað.
Skjøl, sum stava frá CIA vísa, at ætlanir eisini vóru um eitt kvett, um Allende vann valið.
Fleiri stjórnarlimir vístu eisini á, at tað var neyðugt at stuðla herinum í Kili, tí tað kundi gerast neyðugt at taka valdið frá Allende við hermegi.
Ein av fremstu ætlanunum hjá USA var, at stjórnin hjá Salvadore Allende ikki mátti sleppa at býta seg fasta. Ein harður búskaparpolitikkur skuldi gera tað trupult hjá Allende at stýra og tann ónøgd, sum fór at vaksa, skuldi vera endabresturin fyri Allende-stjórnina.
Umfatandi broytingar
Fleiri ivaðust í, hvussu væl Allende fór at tora at gera tær stóru broytingar, tí meirilutin var sera tepur. Men hetta steðgaði ikki Allende. Beinanvegin eftir valsigurin í 1970 fór fólkaylkingin hjá Allende í gongd. Tey stóru koparnámini vóru tjóðartikin. Staturin tók eftirlitið við teimum størstu fyritøkunum í landinum, allir stórbøndur mistu sína jørð, sum var latin smábøndunum, stór íbúðarbygging var sett í gongd. Hetta vóru sera umfatandi broytingar, sum á ongan hátt fingu undirtøku hjá teimum, sum høvdu átt fyritøkurnar ella teirra stuðlum.
Kring landið vóru bóndaráð, íðnaðarráð, brúkaranevndir og onnur lokalráð sett á stovn. Hetta var gjørt beinanvegin eftir valið og arbeiðarar, bøndur og tey fátæku tóku væl móti broytingunum. Men í summum førum fóru arbeiðarar og bøndur longri enn stjórnin loyvdi og verksmiðjur vóru tiknar og stórbøndur riknir á dyr.
Samstundis vaks andstøðan. Høgra- og borgarligu flokkarnir tóku seg saman at standa móti Allende-stjórnini.
Kvinnurnar skuldu av borgini
"Eg sá Salvadore Allende fleiri ferðir millum klokkan 8 og 10. Forsetin bar hjálm á høvdinum og hevði eina maskinbyrsu hangandi um økslina. Men hann var sera róligur og hann hevði greitt tamarhald á støðuni. Men hann vildi verja borgina sum súmbol upp á fólkaræði og stýrisskipanina, hóast hann væl visti, at tað var ógjørligt reint hernaðarliga at verja borgina í longri tíð."
Klokkan 9.10 helt Allende triðju og seinastu røðuna.
"Tá klokkan var farin nakað av 10 bað Salvadore Allende okkum og hinar medarbeiðararnar og vinir sínar møtast í einum sali. Her vóru boðini púra greið: "Øll, sum eru her, skulu vita hví. Vit skulu verja borgina. Men øll, sum einki hava at gera her, skulu fara." Og her hugsaði Allende um kvinnurnar. Báðar døtur hansara Beatriz og Isabel, vóru har. Nakrir medarbeiðarar tingaðu seg fram til eina stutta vápnahvíld, so kvinnurnar og nøkur onnur sluppu út."
"Vit vóru umleið 90 fólk í salinum - harímillum 12 læknar, har sjey vóru persónligu læknar forsetans, sum annars eisini sjálvur var lækni. Øll valdu at vera verandi og forsetin vildi ikki yvirgeva seg."
Longu eitt ár eftir, at Salvadore Allede hevði tikið við forsetaembætinum, byrjaðu ósemjur so smátt millum partarnar í fólkafylkingini. Kommunistaflokkurin og partar av sosialistaflokkurin hjá Allende hildu, at nú skuldi steðgast á og heldur royna at fasthalda tær broytingar, sum vóru framdar. Allende sjálvur helt eisini, at ein leið var at royna semjur við herin og Kristiligu Demokratarnar, sum var tann stóri borgarligi flokkurin. Hetta eydnaðist ikki.
Tvørturímóti fann borgaraligi vongurin tættari saman móti forsetanum og hervaldið var sinnað at stuðla teimum í stríðnum.
Fyrstu bumburnar
Klokkan 12 fullu fyrstu bumburnar yvir Moneda-borgina.
"Fyrstu flogførini komu norðanifrá og fyrstu bumburnar raktu meginbygningin á borgini, har forsetin var staddur. Kúlurnar frá maskinbyrsunum uttanfyri knústu rútarnar og veggirnir rapaðu og har var næstan ikki gjøligt at anda. Støðan bara versnaði. Har var táragass og roykur frá eldunum. Ljósið var farið og trupult var at síggja nakað. Men vit høvdu gassmaskur, so vit kláraðu okkum so dánt."
Men løtan vardi ikki leingi.
Herurin vildi helst hava fólkini í forsetaborgini at yvirgeva seg.
"Umleið klokkan tvey seinnapartin bað Allede okkum aftur møtast á triðju hædd. Hann hevði avgjørt, at vit skulu geva okkum yvir. Eitt hvítt flagg skuldi vísa, at vit yvirgóvu okkum. Við tí gjørdi Allende eisini av, at vit ikki skuldu offra okkum. Um nakar skuldi, so skuldi tað vera hann. Á tann hátt vildu summi yvirliva. Eg minnist, at portrið til borgina var opið og nøkur vóru á veg út og tey vóru tikin. Vit vóru nøkur, sum vóru eftir á triðju hædd, og Allende kom til okkara. Hann gekk longri inn í ein annan sal, sum nevndist Indepen-dencias-salurin. Hann fór einsamallur inn og læt hurðina aftur eftir seg."
Hetta var seinastu ferð, medarbeiðarar og vinir sóu forsetan á lívi.
Hernaðarkvettið fekk fullan stuðul úr USA og frá CIA. Ein herovasti, sum Allende sjálvur hevði tilnevnt - Augusto Pinochet - stóð á odda. Hann hevði tamarhaldið á herinum. Ár frammanundan høvdu partar av fólkafylkingini mælt til, at arbeiðarar og bøndur fingu vápn at verja seg við, men tað hevði Allende mælt frá.
Allende fór fyri seg sjálvan
"Vit bíðaðu uttanfyri og spurdu okkum sjálvi, hvat nú hendi. So lótu vit hurðina upp, og eg minnist væl, at hann sat í einum stóli frammamfyri okkum. Har var myrkt og larmurin frá maskinbyrsunum dundi, men eg sá hann. Og eg minnist, at andlitið var skilt frá kroppinum og eg visti, hvat var hent. Øll, sum stóðu í hurðini vistu eisini, hvat var hent. Hetta var sera ringt, tí øll fóru at gráta. Vit fóru oman í garðin og vóru tikin til fanga."
Pinochet og hansara fólk tóku fleiri túsund fólk til fanga og onnur túsund vóru dripin hendan 11. september 1973. Dagurin, sum vísti, at sosialisman heldur ikki í Kili var innførd gjøgnum tjóðartingini. Innanhýsis ósemjur og dyggur stuðul uttanifrá til andstøðuna og ein búskaparpolitikkur, sum ikki fekk nógvar møguleikar, vóru orsøkin til fallið.
Klokkan 15.30 var líkið av Salvadore Allende borið úr forsetaborgini. Fangarnir vóru koyrdir burtur. Fleiri túsund vórðu myrd næstu dagarnar.
Michael Seidelin gjørdi samrøðuna við Jose Quiroga, lívlækna hjá Allende, í Politiken
????????????????
Brot úr seinastu røðu, sum Salvadore Allende helt til kilenska fólkið, meðan forsetaborgin var bumbað:
Góðu landsmenn!
Hetta er helst seinastu ferð, eg vendi mær til tykkara. Flogvápnið hevur bumbað allar sendararnar hjá Radio Portales og Radio Corporacións. Orð mín eru ikki fylt við beiskleika, men við vónbroti, tey eru eisini ein moralsk fordøming av teimum, sum hava svikið sín eið: hermenninir í Kili, herovastarnir og Merio, admiralur.
......
Eg vendi mær til landsins menn, til arbeiðsmannin, til bóndan, til tann intellektuella, til tey, sum fara at vera forfylgd. Tí fasisman hevur longu livað leingi í okkara landi: í yvirgangsatsóknum, spreinging av brúm og jarnbreytum og oyðilegging av oljurørum. Søgan fer at døma tey, sum valdu tøgnina fram um stríðið at verja.
.....
Fólkið eigur at verja seg, men ikki offra seg. Fólkið skal ikki lata seg knúsa og týna, men heldur ikki lata seg eyðmýkja. Arbeiðarar í føðilandi mínum. Eg trúgvi upp á Kili og landsins framtíð. Aðrir kilenar koma eftir okkum. Í hesum myrku og beisku løtu, tá svikið verður framt, skulu tit vita, at fyrr ella seinni vaksa stórir vegir seg fram, har menn við virðing ganga og byggja eitt nýtt samfelag.
Kili livi!
Fólkið livi!
Arbeiðarar livi!