Vaglinum. Drongurin til vinstru eitur Halgir og býr í Klaksvík. Í vogninum sita tvíburðarnir, Gunn og Tóki, sum búgva í Havn. Teirra føroyski búni er gingin í arv, og er tað omman og ommubeiggjar teirra, sum [...] túr eftir Áarvegnum í Havn á ólavsøku, tí tá hittir tú vinir og kenningar, tú kanska sjáldan sært. Beint eftir sangin á Tinghúsvøllinum ólavsøkumorgun, hittu vit hesi trý fittu børnini í føroyskum klæðum [...] klæðini. Um teir báðir - Magnus Magnussen, kommunulækni í Klaksvík og Zacharias Hammer, filmsframleiðari - tosa um magnyl ella veðragjólingar í fitilendi, sigur søgan einki um.
somikið væl, verður eykakonsert í morgin klokkan 17, somuleiðis á Reinsarínum í Havn. - Beint fyri jól høvdu tey eina væleydnaða konsert í hugnaligu Spaniastovu. Eftir konsertina í Klaksvík hildu tey, at tey [...] Útselt var til framførsluna í kvøld, tá ið barnastjórnurnar, Maria á Lakjuni, Beinir Troest Rasmussen og Rakul Ró Steintórsdóttir, saman við góðum tónleikarum fóru á pall niðri í Reinsarínum. Eftirsum at [...] fyri børnum og vaksnum i Havn eisini, sigur Rannvá Troest. Hetta verður fyrsta ferðin Rakul Ró, Maria og Beinir syngja á Reinsarínum, og tey siga seg vóna at síggja nógv glað andlit í nýggja árinum.
Ferðslupolitiið var í morgun við allar skúlarnar, tá ið skúladagurin byrjaði, og kannaði, um foreldrini høvdu syrgt fyri at seta børnini í trygdarbelti. Í nøkrum førum sótu børnini ikki íbundin, og bilførarin [...] fyrrapartin kannað bilar bæði í Havn, í Kaldbaksfirði og á norðurøkinum. Uppgerðin er ikki gjørd enn, men har vóru fleiri, sum koyrdu ov skjótt. - Vit eru regluliga úti og gera slíkar kanningar, og fleiri bøtur [...] bøtur verða skrivaðar hvønn einasta dag, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
hon í beinleiðis sendingina hjá Rás2, Hvonn Live, sum í løtuni verður send beinleiðis av Hvonn í Havn. Aðrir gestir eru Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum [...] hjá Rás2, sum verður sent beinleiðis av Hvonn í Havn. Flogfarið við Annu Nyggaard lendi í Vágum 20 minuttir seinkað - fyri eini løtu síðani tosaði Eirikur í Jákupsstovu við hana úr bilinum á veg til Havnar
74 ár Poul í Skorini, ættaður av Eiði búsitandi í Havn, 85 ár 31. oktober Rakul Rasmussen av Strondum, 83 ár Gunnvá Skårup, fødd í Havn, 69 ár 2. november Børge Henriksen, fyrrverandi bakari í Vági, 77 ár [...] ættaður úr Árnafirði, búsitandi í Klaksvík, 81 ár. 4. november Sigurð Thomassen, Miðvágur, 84 ár Gunnar Berg, Hoyvík, 31 ár 5. november Páll Poulsen,ættaður í Klaksvík búsitandi í Kollafirði, 56 ár Elenora Joensen
februar, fylti Sunneva Hermansen, f. Askildsen, í Havn 70 ár. Sum ung arbeiddi Sunneva í handlunum hjá Frants Restorff og Hans Joensen í Havn, áðrenn hon í 1954 fór til Norra, har hon arbeiddi á eini sølumiðstøð [...] sølumiðstøð uttanfyri Kristiansand. Tá hon kom heim aftur í 1957, fór hon til Danmarkar at læra til sjúkrasystir. Í 1962 kom hon heim aftur, og byrjaði hon tá at arbeiða sum sjúkrasystir á Landssjúkrahúsinum [...] sinum. Hon kom at arbeiddi mest á føðideildini. Hon gavst á Landssjúkrahúsinum í 2000, tá hann varð 67 ár. Sunneva giftist við Niels Juul Hermansen (1933-2001) úr Hósvík og fingu tey dóttrina Unu.
trý harðskapsmál frá leygarnáttini. Tvey vórðu fráboðað í Molly's í Klaksvík og eitt í Havn. Í gjár var ikki greitt, um nakar fór at verða ákærdur í hesum málum. Men seinnapartsvaktin hjá løgregluni hevur [...] Klokkan 02 í nátt handtók løgreglan nakrar verthúsgestir á Irish Pub í Havn, sum ikki vildu gera eftir boðum frá vaktarfólki og vóru ólátaðir. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at menninir – sum eru
rúsevni uppi á sær Seint seinnapartin í gjár var annars eitt ferðsluóhapp í Havn í gjár, har ein persónbilur endaði við at koyra innundir ein lastbil. Tvey fólk vóru í persónbilinum, men tey fingu ongan skaða [...] Í nátt tók løgreglan í Havn ein bilførara, tí illgruni var um, at bilførarin var ávirkaður. Tá ið bilførarin var kannaður, vísti tað seg, at hann var ávirkaður av rúsevnum. Tí varð eisini bilurin rannsakaður
Stutt eftir midnátt í gjárkvøldið boðaði ein kvinna í Havn frá, at ein lundapisa var komin í kjallaran. Løgreglan læt kvinnuna vita, at best var at kippa lundapisuna og koyra hana burtur, tí um hon bara [...] ella hon fór at doyggja í hungri. Men, kvinnan hevði ongan hug at kippa lundapisuna, og neyvan helt hon seg duga tað heldur. Úrslitið gjørdist, at ein løgreglumaður, sum býr í Vestmanna, men var á náttarvakt [...] náttarvakt, fór á staðið í Havn og tók lundapisuna livandi við sær. Løgreglumaðurin eigur synir, og nú eiga teir eina livandi lundapisu, sum teir ivaleyst eru sera glaðir fyri.
Kongaskipið Norge er í hesu løtu við at leggja til bryggju í Havn. Sum kunnugt kemur norska drottningin, Sonja, á almenna vitjan í Havn í dag. Almenna vitjanin byrjar klokkan 13, tá Kaj Leo Holm Johannesen [...] farið til ábit í roykstovuni, áðrenn leiðin verður løgd umborð aftur hjá drottningini. Restina av tíðini - fram til 24. juli - er ein privat vitjan, har drottningin fer at vitja runt um í landinum.