?Tað er einaferð um árið...

...at ólavsøka er, tá liva allir føroyingar í aðrari verð?, syngur Elin Heinesen í besta ólavsøkuhýri.

 
 
 
 
Og tað er nú eisini hugnaligt at fara ein túr eftir Áarvegnum í Havn á ólavsøku, tí tá hittir tú vinir og kenningar, tú kanska sjáldan sært. Beint eftir sangin á Tinghúsvøllinum ólavsøkumorgun, hittu vit hesi trý fittu børnini í føroyskum klæðum á Vaglinum. Drongurin til vinstru eitur Halgir og býr í Klaksvík. Í vogninum sita tvíburðarnir, Gunn og Tóki, sum búgva í Havn. Teirra føroyski búni er gingin í arv, og er tað omman og ommubeiggjar teirra, sum fyrst hava átt klæðini.
Um teir báðir - Magnus Magnussen, kommunulækni í Klaksvík og Zacharias Hammer, filmsframleiðari - tosa um magnyl ella veðragjólingar í fitilendi, sigur søgan einki um.