Í nátt tók løgreglan í Havn ein bilførara, tí illgruni var um, at bilførarin var ávirkaður.
Tá ið bilførarin var kannaður, vísti tað seg, at hann var ávirkaður av rúsevnum. Tí varð eisini bilurin rannsakaður, og tá fann løgreglan ymsa útgerð, sum verður brúkt at taka rúsevni við, umframt smærri nøgdir av rúsevnum.
Løgreglan sigur, at bilførarin er nú bæði skuldsettur fyri at koyra ávirkaður, og fyri at hava rúsevni uppi á sær
Seint seinnapartin í gjár var annars eitt ferðsluóhapp í Havn í gjár, har ein persónbilur endaði við at koyra innundir ein lastbil. Tvey fólk vóru í persónbilinum, men tey fingu ongan skaða.










