Leygardagin, 15. februar, fylti Sunneva Hermansen, f. Askildsen, í Havn 70 ár. Sum ung arbeiddi Sunneva í handlunum hjá Frants Restorff og Hans Joensen í Havn, áðrenn hon í 1954 fór til Norra, har hon arbeiddi á eini sølumiðstøð uttanfyri Kristiansand. Tá hon kom heim aftur í 1957, fór hon til Danmarkar at læra til sjúkrasystir. Í 1962 kom hon heim aftur, og byrjaði hon tá at arbeiða sum sjúkrasystir á Landssjúkrahúsinum. Hon kom at arbeiddi mest á føðideildini. Hon gavst á Landssjúkrahúsinum í 2000, tá hann varð 67 ár. Sunneva giftist við Niels Juul Hermansen (1933-2001) úr Hósvík og fingu tey dóttrina Unu.