Klokkan 02 í nátt handtók løgreglan nakrar verthúsgestir á Irish Pub í Havn, sum ikki vildu gera eftir boðum frá vaktarfólki og vóru ólátaðir.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at menninir – sum eru útlendingar – vildu ikki fara út. Tað endaði við, at teir vóru handtiknir og skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglarnar, áðrenn teir seinni aftur vórðu latnir leysir.
Annars hevur løgreglan trý harðskapsmál frá leygarnáttini. Tvey vórðu fráboðað í Molly's í Klaksvík og eitt í Havn. Í gjár var ikki greitt, um nakar fór at verða ákærdur í hesum málum. Men seinnapartsvaktin hjá løgregluni hevur nú kannað øll trý málini, og endaði tað við trimum ákærum um harðskap.