Kongaskipið Norge er í hesu løtu við at leggja til bryggju í Havn.
Sum kunnugt kemur norska drottningin, Sonja, á almenna vitjan í Havn í dag.
Almenna vitjanin byrjar klokkan 13, tá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Petur Even Djurhuus, norskur konsul, og onnur taka ímóti.
Eftir stuttan steðg á keiini verður farið til Kirkjubøar, har Jóannes Patursson, bóndi, tekur ímóti og vísir runt á garðinum og greiiðir frá.
Síðani verður farið til ábit í roykstovuni, áðrenn leiðin verður løgd umborð aftur hjá drottningini.
Restina av tíðini - fram til 24. juli - er ein privat vitjan, har drottningin fer at vitja runt um í landinum.