Løgreglan mátti út eftir eini lundapisu

Stutt eftir midnátt í gjárkvøldið boðaði ein kvinna í Havn frá, at ein lundapisa var komin í kjallaran.

Stutt eftir midnátt í gjárkvøldið boðaði ein kvinna í Havn frá, at ein lundapisa var komin í kjallaran.

 

Løgreglan læt kvinnuna vita, at best var at kippa lundapisuna og koyra hana burtur, tí um hon bara slepti henni útaftur, fór onkur frensur helst avstað við henni - ella hon fór at doyggja í hungri.

 

Men, kvinnan hevði ongan hug at kippa lundapisuna, og neyvan helt hon seg duga tað heldur.

 

Úrslitið gjørdist, at ein løgreglumaður, sum býr í Vestmanna, men var á náttarvakt, fór á staðið í Havn og tók lundapisuna livandi við sær.

 

Løgreglumaðurin eigur synir, og nú eiga teir eina livandi lundapisu, sum teir ivaleyst eru sera glaðir fyri.