Um ein tíma er Anna Nygaard gestur á Hvonn Live hjá Rás2, sum verður sent beinleiðis av Hvonn í Havn. Flogfarið við Annu Nyggaard lendi í Vágum 20 minuttir seinkað - fyri eini løtu síðani tosaði Eirikur í Jákupsstovu við hana úr bilinum á veg til Havnar. Hon er fegin um at vera heima - og hon fegnaðist um stóru móttøkuna, sum hon fekk á flogvøllinum.
Tá hon kemur til Havnar, skal hon í beinleiðis sendingina hjá Rás2, Hvonn Live, sum í løtuni verður send beinleiðis av Hvonn í Havn. Aðrir gestir eru Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum.










