seg Sasha Radosavljevic vísti enn einaferð, at hann er ein av vandamiklastu áleyparum í landinum í løtuni, og at hann lættliga kann syrgja fyri, at TB fer at arga tey ovastu liðini seinni í ár. Óli Johannesen [...] seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin. Tá høvdu tvørámenn havt tveir stórar málmøguleikar stutt áðrenn, og B36 var ávarað um, at tað lættliga kundi ganga galið. Kortini má sigast, at TB fekk góða hjálp [...] , so eydnaðist tað ikki at fáa bóltin í málið. Og so fóru menn eisini at øsa seg inn á hvønnannan, so fótbóltsspælið til tíðir varð gloymt. TB gloymdi tó ongantíð at verja leiðsluna, og við góðum verjuspælið
ni við fýra stigum, eftir at tvey umfør eru spæld av norsku Tippeliguni. Enn eru nógvir dystir eftir at spæla, men spádómurin í norsku fjølmiðlunum um, at Kongsvinger fer at flyta niður í 1. deild í ár [...] Gjemselund-vøllinum móti Brann úr Bergen, og dysturin endaði við javnleiki 2-2. Brann fekk fyrsta málið og var á odda 1-0 í hálvleikinum, men KIL kom fyri seg eftir steðgin og kom upp á 2-1, áðrenn Brann javnaði [...] er so smátt longu farin at síggja út til at gerast skeivur. Næsta sunnudag spælir Kongsvinger á útivølli móti Stabæk. Julian Johnsson hevur eina ferð fyrr spælt móti Stabæk. Tað var við B36 í intertoto
útrópt at vera størsti favoritturin at vinna FM í ár. HB hevur eitt gott lið, og tað kann gott vera, at teir í HB fara at teljast millum teirra, ið fara at stríðast um FM heitið. Men avrikið og úrslitið [...] allan vøllin, og teir, sum ætla at gera nakað við HB, gera væl í at leggja sær henda heilivágin í geyma. Tí HB menninir alt annað enn trivust í hesum umstøðum, og tað gekk ikki so long tíð, til at onkrir hingu [...] frá, at havnarmenninir fara ikki at koma sovandi til gullkrónur og Europa Cup. Í so máta var talan um góðan lærupening fyri HB og rumenska venjaran, ið so langt í frá tóktist vera nøgdur við tað, hansara
Nú skulu teir spæla tvær ferðir móti NSÍ, og skulu avrikini sunnudagin leggjast til grund, so er einki at ivast í, at teir fáa nóg mikið at takast við og at Jóhan á Mýrini í málinum verður væl upphitaður [...] síðurnar væl. Teir tagaðu miðvøllin og verjuna hjá FSV sundur, og teir spældu stikkbóltar og tvørbóltar til fleiri góð mál. Tað var 8-0, tá 58 minuttir vóru farnir, og tað kundi væl endað við tvey sifraðum [...] Allir vildu fram at gera mál, og so stóðu 18 spælarar í brotsteiginum og royndu at fáa tak á kúluni, sum varð oyst í høvdið á teimum. Meiri spennandi KÍ fær í annað kvøld vitjan av HB, og sunnudagin skal
eingin av spælarunum visti at siga, hvat bløðini høvdu sagt. Eftir tapið í Herfølge høvdu teir avrátt, at tað ivaleyst var best, at teir lótu vera við at lesa umrøðuna, og tað skilja vit væl. Avrikið móti [...] Fraklandi ? og hetta hevur við sær, at talan so at siga ikki er um liðavrik. Eingin nytta úr evnunum Fríggjakvøldið sóu vit, at í løtuni hevur FCK millum lítið og einki miðvallarspæl, og vit sóu, at hjá Toda [...] móti Jákupi Mikkelsen og hansara liðfeløgum var ikki einum stórfelag verdugt, og tað er undrunarvert, um FCK við sovornum spæli fer at megna at halda fast um plássið dygst undir oddaliðnum Brøndby. Hongur
Eftir vikuskiftið er tað uppaftur meiri sannlíkt, at Brøndby enn eina ferð vinnur danska meistaraheitið og harvið í heyst enn eina ferð fer at fáa møguleikan at spæla í undankapping til europeisku mei [...] taptu 3-0 á heimavølli móti Lyngby, og nú sær svart út hjá felagnum, har Símun Eliasen og Uni Arge venja. AaB tapti 4-2 á heimavølli móti AGF, og Vejle vann 1-0 móti AB. Tað resta átta umfør av landskappingini [...] tá Danmark og Noreg spæla landsdyst í Parkini, skal sannføra landsliðsvenjaran um, at hann er besta boðið upp á fremsta álopsplássið í Fraklandi í summar. Brøndby vann 3-1 móti Ikast, og Ebbe Sand skoraði
Fuglfirðingar vóru eftir hvørjum bólti, og tvørámenn fingu ikki frið til at spæla sítt spæl. Tað var helst ein skeiv avgerð hjá TB-venjaranum Zoran at skifta bæði seg sjálvan og Eyðun »Gullok« Svalbard út í há [...] høgrusíðu, har Eyðálvur og Áslakkur Petersen høvdu ovmikið av plássi til at spæla sær. Alt endar við, at póllendingurin, Mariniak, bleiv feldur, og Niklas á Líðarenda ivaðist ikki og dømdi brotsspark. Bartal [...] . Einki flog var yvir spælinum hjá tvørámonnum, og tað tyktist, sum um alt spælið hjá teimum skuldi fara umvegis teir báðar Óla Johannesen og Sasha. Tað vóru bert farnir fýra minuttir av seinna hálvleiki
Føroyar verða loystar úr øllum útlendskum bondum, soleiðis sum føroyska tjóðin avgjørdi á fólkaatkvøðuni 14. september 1946. Tá kyknaði frælsisændin og kastaði ljós yvir Føroya land. Menn og kvinnur fylktust [...] fylktust um aðalmálið, sum er tað einasta, sum kann geva okkum trygg og skipað viðurskifti í landinum. Vit mugu vakna; tað eru onnur lond í heiminum so sanniliga. Tá ið fyrri heimsbardagi brast á vóru bert [...] 500.000 íbúgvar. Og Nauru, ið er ein oyggj í Stillahavinum, telur bert 8000 íbúgvar. Hetta er sostatt minsta sjálvstøðuga landið í heiminum. Vit eru eisini eitt lítið land og koma undir at vera smáir, men
Tað hevur verið sagt, sum eisini er rætt, at »Eysturbúgvin« trúliga hevur lagt veiðina upp í Sandoynni, men nú er komið órð at tað er ikki tí at teir, ið eru avvarðandi av hesum báti vilja tað, men tí [...] í honum og hevur heldur ikki konto í sama banka. Men eg rokni við, at »Eysturbúgvin« eins trúliga í framtíðini fer at leggja fongin upp í Sandoynni, tí ánararnir av honum eru góðir við oynna og fólkið har [...] tí at Føroya Banki hevur kroyst teir til at gera tað. Men í hesum føri má eg kortini bera í bøtuflaka fyri Føroya Banka, tí mangt kann man kasta honum fyri, men her er hann so ósekur sum barnið í vøgguni
sett á stovn, varð hildið rætt, at tað almenna skuldi vera uppií, men í dag er skipanin ein avtala ímillum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og hetta gleðast vit um í dag Tað, sum eg oman fyri helt betur ógjørt [...] borgarligu. Nú aftan á kann eg gleðast um, at gjaldið ikki fall heilt burtur, tí ynski frá teimum borgarligu var nevniliga tað, at gjaldið skuldi falla heilt burtur, tað vildi Javnaðarflokkurin sjálvandi ikki [...] vil niðan fyri vísa á at best er at velja okkum til hetta valið eisini. Sjálvandi eru tíðir í floksins søgu, tá betur var ógjørt, men í politikki eru tíðir, tá veljast skal ímillum at sleppa endanum ella