Donsku fjølmiðlarnir vóru ikki serliga blíðir við Toda Jónsson og liðfelagarnar hjá honum, tá teir leygardagin umrøddu útferðina, sum stóra felagið í Keypmannahavn fríggjakvøldið var á suðuri í Køge.
Teir í FCK vóru til venjingar leygardagin, men eingin av spælarunum visti at siga, hvat bløðini høvdu sagt. Eftir tapið í Herfølge høvdu teir avrátt, at tað ivaleyst var best, at teir lótu vera við at lesa umrøðuna, og tað skilja vit væl.
Avrikið móti Jákupi Mikkelsen og hansara liðfeløgum var ikki einum stórfelag verdugt, og tað er undrunarvert, um FCK við sovornum spæli fer at megna at halda fast um plássið dygst undir oddaliðnum Brøndby.
Hongur ikki saman
Todi Jónsson var sjálvandi vónbrotin:
? Eg visti, at dysturin fór at verða vístur í føroyska sjónvarpinum. Tað var ikki nakað, eg hugsaði um, meðan vit spældu, men tað sigur seg sjálvt, at eg eri vónbrotin, tí vit taptu, tí vit spældu vánaliga, og tí eg sjálvur varð tikin út. Og aftaná iðrar tað meg, at vit ikki stóðu okkum betur, tá nú fótbóltsáhugaðu føroyingarnir høvdu møguleika at síggja okkum.
Í heyst vóru FCK og Todi Jónsson nakrar ferðir at síggja á sjónvarpsrásini hjá Prebeni Elkjær, sum fór av knóranum í vetur. Tá hekk spælið hjá FCK væl saman, og tað var bæði hugflogsríkt og neyvt, t.d. ta ferðina tá Todi Jónsson skoraði minniliga lobbmálið móti Brøndby.
Men hóast nógvir av spælarunum eru teir somu, og hóast teir hava styrkt seg við onkrum donskum spælarum, sum hava roynt seg í útlandinum, so hava avrikini síðstu vikurnar verið vánalig.
Aftur hesa ferð tóktist tað, sum um tað eru ov nógvir, ið hugsa ov nógv um at seta seg sjálvar fremst ? kanska í vónini um, at landsliðsvenjarin leggur merki til teirra, nú hann situr við puslispælinum, sum skal hanga saman, tá landsliðið skal royna seg í HM í Fraklandi ? og hetta hevur við sær, at talan so at siga ikki er um liðavrik.
Eingin nytta
úr evnunum
Fríggjakvøldið sóu vit, at í løtuni hevur FCK millum lítið og einki miðvallarspæl, og vit sóu, at hjá Toda Jónsson og álopsfeløgunum ? teir spældu 3-4-3 móti Herfølge ? er tað sera torført at fáa úrtøku burturúr longu bóltunum, sum ? mest átókt eingilskum 2. deildarfótbólti ? verða sparkaðir frá verjuspælarunum og 50 metrar fram.
Todi Jónsson er bestur, tá hann fær stikkbóltar fram ímillum, men sovornar fekk hann ongantíð hesa ferð, sjálvt um hann onkuntíð var í støðum, ið gjørdu hetta upplagt.
Tað var bara tvær ferðir, at tað var orsøk at leggja Toda til merkis.
Fyrra ferðin var, tá hann eftir takling niður á fótliðin á móstøðumanni fekk gult kort. Ostaflísin ger, at Todi er leikbannaður, tá FCK hóskvøldið fer at spæla í Aalborg. Talan er um útsettan dyst frá tí, at kavin lá tjúkkur í Danmark.
Seinna ferðin var, tá Todi kom í brotsteign hjá Jákupi Mikkelsen og spældi upp á tvørs til David Nielsen, sum einki fekk burturúr.
? Kanska skuldi eg havt roynt sjálvur móti málinum, sjálvt um bólturin lá til høgra beinið, men David rópti, at hann var leysur, og tíverri spurdist einki burturúr.
Kent Karlson útskifti bæði Kenneth Jensen og Toda Jónsson. Útskiftingarnar sannførdu ikki um, at FCK hevur aðrar spælarar, ið gera álopið betri, enn tá føroyingurin er inni.
Smæðist ikki burtur
Samlaðu lønarútreiðslurnar til Herfølge spælararnar eru bara ein brøkpartur av tí, sum teir í FCK fáa, og tá tað harafturat verður tikið við, at Herfølge stríðist í botninum, meðan FCK hugsar um europeisku kappingarnar eftir summarfrítíðina, so sigur tað seg sjálvt, at Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir vóru fegnir eftir sigurin.
Herfølge spældi beinleiðis og einfalt. Teir tóktust væl upplagdir og fingu fulla úrtøku við eina málinum, sum teir fingu eftir steðgin.
Jákup Mikkelsen varð ikki settur á tær stóru royndirnar. Eina ferð bjargaði hann væl á strikuni eftir roynd úr stuttari fjarstøðu, sum kortini varð kolldømd fyri rangstøðu, og hann hevði fult tamarhald á innleggunum, sum oftast vóru alt annað enn neyv.
Mest sjónskur var Jákup Mikkelsen í bóltspælinum. Tað er ikki ov rívan tikið til, at av øllum málverjunum, ið vóru at síggja í sjónvarpinum um vikuskiftið, so var Jákup Mikkelsen tann, ið vísti besta hegni at sleppa sær av við bóltin, tá liðfelagarnir trillaðu aftur til málverjan, sum tískil ikki kundi brúka hendurnar. Ofta síggjast málverjarnir í óðum verkum at sparka bóltin frá sær. Tað ger Jákup ongantíð. Um bólturin liggur til høgra ella vinstra bein, so spælir hann altíð skilagott til ein viðspælara, og tað er gull vert fyri liðið hjá honum.