Tað hevur verið sagt, sum eisini er rætt, at »Eysturbúgvin« trúliga hevur lagt veiðina upp í Sandoynni, men nú er komið órð at tað er ikki tí at teir, ið eru avvarðandi av hesum báti vilja tað, men tí at Føroya Banki hevur kroyst teir til at gera tað.
Men í hesum føri má eg kortini bera í bøtuflaka fyri Føroya Banka, tí mangt kann man kasta honum fyri, men her er hann so ósekur sum barnið í vøgguni. Og í hesum føri eri eg tí noyddur at gera íspinnaranum av hesari søgu til skammar.
Tí við mínum besta vilja dugi eg ikki at síggja ella skilja, hvussu Føroya Banki kann kroysta »Eysturbúgvan« til nakað, tí hann fíggjar ikki eina krónu í honum og hevur heldur ikki konto í sama banka. Men eg rokni við, at »Eysturbúgvin« eins trúliga í framtíðini fer at leggja fongin upp í Sandoynni, tí ánararnir av honum eru góðir við oynna og fólkið har býr og vit unna teimum alt tað besta!
Men søgan er annars stuttlig hóast hon er ósonn!
Men kanska var eisini onkur ávís ætlan við henni!
Jógvan Adolf Johannesen,
tingmaðir