So royndust álitismenn!

Nú val stundar til, eru fólk farin at hugsa um hvørjir møguleikar eru at velja ímillum.

Ikki tí flest allir flokkar hava nakað av tí fólk vil standa fyri. Føroya Javnaðarflokkur, sum í seinastuni hevur staðið í andgletti, nú fólkatingssetan varð sett, stendur fyri tí mesta ein vanligur borgari vil standa fyri. Eg vil niðan fyri vísa á at best er at velja okkum til hetta valið eisini.

Sjálvandi eru tíðir í floksins søgu, tá betur var ógjørt, men í politikki eru tíðir, tá veljast skal ímillum at sleppa endanum ella halda tørn.

Tá ALS-skipanin av Javnaðarflokkinum sum primusmotor varð sett á stovn, varð hildið rætt, at tað almenna skuldi vera uppií, men í dag er skipanin ein avtala ímillum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og hetta gleðast vit um í dag

Tað, sum eg oman fyri helt betur ógjørt í floksins søgu var, tá gjaldið til Samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin varð niðursett í eini politiskari semju við teir borgarligu. Nú aftan á kann eg gleðast um, at gjaldið ikki fall heilt burtur, tí ynski frá teimum borgarligu var nevniliga tað, at gjaldið skuldi falla heilt burtur, tað vildi Javnaðarflokkurin sjálvandi ikki.

Í 50unum setti Javnaðarflokkurin fram uppskot um at seta tann danska fólkapensiónsordningin í gongd í Føroyum, men allur Fólkaflokkurin og allir uttan ein sambandsmaður feldu uppskotið. Ja, so royndust álitismenn ? vilja tygum royna einaferð enn?

Gott val!

Vel Javnaðarflokkin!


Jógvan Mørkøre,

valevni Javnaðar-

floksins í Norðstreymi