KÍ knústi FS Vágar

Fótbóltur: Nú gleða klaksvíkingar seg til rættuligar venjingardystir móti HB, sum teir skulu spæla tvær ferðir ímóti í hesi vikuni

Í hvussu so er í yvirførdum týdningi hava vágamenn blá og gul merki, eftir at teir tvær ferðir í fýra dagar hava spælt móti KÍ.

Hóskvøldið vunnu klaksvíkingar 7-1 í Sandavági, og sunnudagin, tá FS Vágar vitjaði í Klaksvík, vóru klaksvíkingar aftur eirindaleysir.

Og ikki minst Olgar Danielsen, sum hóast KÍ yvirvág einki mál fekk vesturi í Vágum og tískil varð skiftur úr, var í hopla sunnudagin.

Álopsveteranurin, sum er nærlagdur og íðin undir venjing, gav frammanfyri sínum egnu greiðar ábendingar um, at hann ætlar sær at vera við í stríðnum um tey bæði álopsplássini.

Vágaliðið hevði einki at bjóða uppá í álopspartinum. Fyri teir mugu vit vóna, at sjálvsálitið ikki hevur fingið eitt orduligt skot fyri bógvin, eftir stóru lúsingarnar, sum teir hava lagt rygg til móti KÍ. Nú skulu teir spæla tvær ferðir móti NSÍ, og skulu avrikini sunnudagin leggjast til grund, so er einki at ivast í, at teir fáa nóg mikið at takast við og at Jóhan á Mýrini í málinum verður væl upphitaður.


Trunkaðu

síðstu løtuna

Fyrsta tíman brúkti KÍ síðurnar væl. Teir tagaðu miðvøllin og verjuna hjá FSV sundur, og teir spældu stikkbóltar og tvørbóltar til fleiri góð mál.

Tað var 8-0, tá 58 minuttir vóru farnir, og tað kundi væl endað við tvey sifraðum úrsliti, men klaksvíkingarnir gjørdust ov spentir. Allir vildu fram at gera mál, og so stóðu 18 spælarar í brotsteiginum og royndu at fáa tak á kúluni, sum varð oyst í høvdið á teimum.


Meiri spennandi

KÍ fær í annað kvøld vitjan av HB, og sunnudagin skal KÍ í Gundadal. Tá fer av álvara at verða vant til landskappingina, sum byrjar annan sunnudag.

Hjá KÍ vóru hesa ferð frammanfyri Gunnar á Steig: Harley Bertholdsen og John Hansen í síðunum og Kurt Mørkøre, Símun Waag Høgnesen og Jan Andreasen í miðverjuni.

Á miðvøllinum vóru Arnold Joensen, Marek og Zoran, og saman við Olgari Danielsen var Heðin á Lakjuni í álopinum.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki skifti Jóannes Jakobsen tríggjar spælarar inn: Rógva Jacobsen, Fríðin Ziskason og Allan Joensen, sum royndi seg fyri fyrstu ferð í ár. Um hann heilt er sloppin av við skaðan, sum hevur forðað honum at spælt í nógvar mánaðar, fer at vísa seg næstu vikurnar.


KÍ-FS Vágar 8-0 (5-0)

1-0: Olgar Danielsen

2-0: Olgar Danielsen

3-0: John Hansen

4-0: Zoran Mancic

5-0: Zoran Mancic

6-0: Heðin á Lakjuni

7-0: Olgar Danielsen

8-0: Heðin á Lakjuni