Kongsvinger javnleik á heimavølli

Fótbóltur: Julian Johnsson spældi allar 90 minuttirnar í dystinum millum Kongsvinger og Brann, sum endaði 2-2

Kongsvinger og Julian Johnsson komu niður á jørðina aftur eftir flúgvandi byrjanina seinasta vikuskiftið, tá teir í fyrsta landskappingardystinum í bestu norsku deildini vunnu 3-0 á Lillestrøm.

Sunnudagin spældi Kongsvinger heima á Gjemselund-vøllinum móti Brann úr Bergen, og dysturin endaði við javnleiki 2-2.

Brann fekk fyrsta málið og var á odda 1-0 í hálvleikinum, men KIL kom fyri seg eftir steðgin og kom upp á 2-1, áðrenn Brann javnaði til 2-2, tá eini fimm minuttir vóru eftir.

Julian Johnsson spældi aftur hesaferð við allan dystin og stóð seg væl. Hann spældi á defensiva miðvøllinum, vann nógvar nærdystir og fekk rós frá venjaranum Per Anders Sjøvold aftan á dystin.

Kongsvinger er nú á fjórða plássi á stigatalvuni við fýra stigum, eftir at tvey umfør eru spæld av norsku Tippeliguni.

Enn eru nógvir dystir eftir at spæla, men spádómurin í norsku fjølmiðlunum um, at Kongsvinger fer at flyta niður í 1. deild í ár, er so smátt longu farin at síggja út til at gerast skeivur.

Næsta sunnudag spælir Kongsvinger á útivølli móti Stabæk.

Julian Johnsson hevur eina ferð fyrr spælt móti Stabæk. Tað var við B36 í intertoto-kappingini í fjør. Tá vunnu norðmenn 5-0.