tann 8. mars í ár fyri at hava framt ógvusliga neyðtøku av einum barni undir fýra ár, at breiða út barnaporno og at eiga ein gassrevolvara. Føroyingurin, Flóvin S. Olsen, hevði játtað seg sekan í ákærunum [...] eitt. Gølan var høvuðssøga í sjónvørpunum, útvørpunum og bløðunum. Allastaðni. Mitt í rokinum sat 37 ára gamli føroyingurin Flóvin S. Olsen úr Kollafirði, búðsitandi í Amstelveen í Hollandi. Hansara lív varð [...] Holland. Søgan um 27 ára gamla mannin, sum varð handtikin í fjør fyri at hava framt ógvusligar neyðtøkur av fleiri børnum. Hann var oddamaður í einum bólki fyri pedofilar, meðan hann starvaðist sum pedagogur
eitt ár. Samstundis hevur øll kanning, kunning og viðgerð verið latin upp í hendurnar á tilvildini, og ongin almenn kunning hevur verið um sjúkuna, sum ávísar familjur og øki í Føroyum hava verið so sera [...] tey, sum longu hava mist síni kæru, verða ókeypis kannað í føroyska heilsuverkinum. Øll onnur bíða enn eftir, at myndugleikarnir gera eina tilbúgving á økinum. Hetta hevur nú verið ávegis í einar 10 mánaðir [...] Dulda dreparasjúkan, CTD, livir enn sítt óhugnaliga lív millum føroyingar, og myndugleikarnir hava í skjótt eitt ár togast um, hvørt allir føroyingar skulu verða kannaðir. Fyri níggju mánaðum síðani gjørdi
á einum bási. Hvat hava 25.000 kr. at siga um tú kemur í samband við teir røttu persónanar og møguliga fær ein millióna sáttmála. Føroysk virkir kunnu ikki sita hendur í favn og bíða eftir útlendingunum [...] Eni finnur olju í komandi vár. Tá blivur fullur panikkur sigur Eli Lasssen. -Tað arbeiði, sum Samvit/oljuvinnufelagið hava gjørt er ikki at forsmáa, tey hava stóra tøkk uppiborið, tey hava bara ov lítið [...] sjálvir hava mist mótið uppá eina komandi oljuvinnu, hvussu skulu so útlendsku oljufeløguni hava tað. Nógvar føroyskar fyritøkur brúka alt for nógvar pengar til at reklamera fyri sær sjálvum í føroyska
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er nú í ferð við at gera eitt uppskot til, hvørjar íløgur skulu gerast í Føroyum tey næstu 10 árini. Hetta er eitt uppskot, sum í næstum verður sent øllum flokkum [...] árið, í dagsins prísum. ? Fyri ikki at hita búskapin ov nógv, halda vit ikki, at tað er ráðiligt at tær almennu íløgurnar eru hægri, sum støðan er í samfelagnum í løtuni, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum [...] samráðingar við flokkarnar í samgongu og í andstøðu um, hvussu íløguætlanin skal síggja út. Karsten Hansen sigur ætlanin er so at laga uppskotið til tey ynski, sum teir ymsu flokkarnir hava, fyri at vita, um tað
syskinabarn, sum tú ikki hevur sæð í hundrað ár. Tí klaksvíkingar eiga, sum vit vita, fjálg og hugnalig heim. Og tá teir hava búð so einsamallir har norðuri í so mong ár, fer tað ikki at skorta við gestablídni [...] kanst tú fara í onkran av mongu tógvhandlunum ella í eitt av heimavirkjunum. Síðani fara tit saman eina rundu í tað, sum má sigast at vera størsta konsentratión av handlum spesialiseraðir í smátingum til [...] býarbókasavn ella í stóru og lekru svimjihøllina í býnum. Og so skulu tit eisini hava okkurt at eta. Matstovurnar eru ikki nógvar har norðuri. Tit kunnu keypa tykkum pizza ella búrgara at eta í bilinum, ella
Klaksvík Liggur enn Tað var 18. september í fjør, at tað regnaði so illa í Klaksvík, at tað fleyt yvir í øllum býnum. Vegir, gongubreytir, rørleiðingar og hús fingu skaða í óhoyrda glopraregninum, og nógvir av [...] gongubreyt skolaðu burtur, Fjósabrekkan er í sera ringum standi, frítíðarøkið úti í Grøv fekk somuleiðis ein rættiliga snudd, og nógvar rørleiðingar í býnum hava fingið skaða. Tað eydnaðist okkum ikki at [...] Klaksvík: Nógvir av skaðunum, sum hendu í ógvusliga glopraregninum í Klaksvík í fjør, eru framvegis ikki gjørdir aftur. Mest árokandi umvælingarnar eru gjørdar, og Klaksvíkar kommuna hevur brúkt meiri
Tjóðveldi. Samanumtikið halda vit, at leiðslan í Tjóðveldi eigur at taka í egnan barm, og nýta orkuna til at fáa samstøðu innanhýsis í egnum flokki, millum annað í málinum um blokkniðurskurðin, fiskivinnu- [...] blankt. Í samband við avtalaða niðurskurin av blokkinum royndi Javnaðarflokkurin, í ljósinum av búskaparstøðuni, at fáa eitt tjak í samgonguni um, nær blokkurin skuldi skerjast. Á fyrstu síðu í samgong [...] Tjóðveldi og Javnaðarflokkin er, at vit hava virðing fyri og álit á teimum, ið vit samstarva við. Vit høvdu torað at sagt, at skerjingin av blokkinum kann bíða eitt ár ella tvey. Vit høvdu jú eina avtalu,
formonnunum í sambands- og fólkaflokkinum, nú eitt uppskot til fíggjarlóg er gjørt fyri 2008 – ið bert kemur at galda í hálvt ár. Hevði kortini eina lítla vón um, at teir – ella um ikki annað fjølmiðlarnir [...] Nú vit lótu skápini upp í Fíggjarmálaráðnum fyri tveimum mánaðum síðani, duttu beinagrindirnar út í hópatali – og enntá í størri tali, enn vit høvdu roknað við, hóast vit hava ávarað staðiliga um gongdina [...] hægri. Hartil hava vit staðfest meirnýtslur í 2007 fyri omanfyri 60 mió. krónur. Broytingarnar í skattalættanum og nøkur nýggj avgjøld, sum sambands- og fólkaflokkurin avtalaðu at koma í gildi 1. januar
eru vansarnir, nú skipanin hevur gott hálvt ár á baki, eru spurningar, sum fyriskipararnir av Føroya Sjómannadegi hava valt at seta fokus á. Tað verða formenninir í teimum sjey politisku flokkunum, sum [...] viðgerðini av lógaruppskotinum í vetur ivaðust fleiri í, um tað nú er rætt at vraka fiskidagaskipanina til frama fyri eina kvotaskipan. - Hvørja støðu hava politikararnir til hetta í dag, og hvussu gongst við [...] ð skipan, og fáa vit fleiri aktørar inn í vinnuna? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum verða umrøddir á fiskivinnutinginum í Klaksvík, nú sjómannadagar eru í Klaksvík hesa vikuna. Røtt fer eisini at
Nú kemur hann so, tann nýggi Smyril, tó at vit skulu bíða í trý ár. Suðuroyingar mugu tí gera seg út við tolni, hóast tað ikki er nøkur løtt uppgáva, í eini tíð har ikki minst vinnulívið tørvar góðar og [...] mest fjarskotna partinum av landinum. Latið okkum síggja hetta sum eina íløga langt inn í framtíðina, eina íløgu í menniskju, trivnað og menning. Tosað verður um, at skipið fer at sigla so mikið skjótt [...] Hvør veit, um tað í framtíðini ikki eisini kann ganga hinvegin ? soleiðis sum tað var fyrr, at fólk norðanfjørðs fara til Suðuroyar at arbeiða. Fyri ikki at tosa um tey, sum vilja ferðast í egnum landi. Tá