Nýggjur Smyril


 

Leingi er tað, ið væl skal verða sigur eitt orðatakið og annað sigur, at tað er betri seint enn ongantíð. Hesi bæði munnu hóska væl til meginsamferðslulívæðrina Smyril, sum knýtur Suðuroynna saman við restina av Føroyum.


Leingi hevur verið tørvur á einum nýggjum og tíðarhóskandi skipi at byggja brúgv millum hesar partarnar av landinum. Hóast Smyril hevur tænt væl, so er hann væl og virðiliga niðurkoyrdur og tørvar ein avloysara.


Nú kemur hann so, tann nýggi Smyril, tó at vit skulu bíða í trý ár. Suðuroyingar mugu tí gera seg út við tolni, hóast tað ikki er nøkur løtt uppgáva, í eini tíð har ikki minst vinnulívið tørvar góðar og tryggar flutningsmøguleikar. Tað er tí greitt, at nýggi Smyril kemur í tøkum tíma.


At bygt verður nýtt, stórt og gott suðuroyarskip eigur eingin at seta spurnartekin við. Hetta er ikki bara rættur suðuroyinga, hetta er skyldan hjá samfelagnum Føroyum móti tí mest fjarskotna partinum av landinum.


Latið okkum síggja hetta sum eina íløga langt inn í framtíðina, eina íløgu í menniskju, trivnað og menning. Tosað verður um, at skipið fer at sigla so mikið skjótt og oftani, at suðuroyingar kunnu fara til Havnar til arbeiðis á morgni og heimaftur á kvøldi. Hvør veit, um tað í framtíðini ikki eisini kann ganga hinvegin ? soleiðis sum tað var fyrr, at fólk norðanfjørðs fara til Suðuroyar at arbeiða.


Fyri ikki at tosa um tey, sum vilja ferðast í egnum landi. Tá er Suðuroyggin nakað heilt fyri seg. Eisini á hesum øki verða nýggir og spennandi møguleikar. Eitt vikuskifti ella fyri tað ein summarvika í Suðuroynni er ein ógloymilig uppliving, ikki minst fyri teir mongu føroyingar, sum ongantíð hava dittað sær at fara »suðureftir«. Eitt skjóttgangandi og komfortabult skip kann fáa alstóran týdning fyri oynna sum ferðamál. Men fyrst og fremst hevur tað týdning fyri fólkið í oynni at fáa hetta nýggja skipið.


Vónandi verða ongar forðingar nú. Vinnumálaráðharrin hevur saman við Strandferðsluni gjørt eitt gott arbeiði, sum nú vónandi verður sett í verk alt fyri eitt. Ætlanin hjá Vinnumálastýrinum at lata føroysk listafólk prýða strandferðsluskipini er eisini eitt frálíkt hugskot. Og vónandi fara listafólk at taka væl ímóti tí.


Vit ynskja suðuroyingum og øllum føroyingum góða eydnu við hesi stóru verkætlan. Tað er ein dýr íløga, men hon er neyðug.