Dorit Hansen
Nú letur Norðoytunnilin skjótt upp, og fjølmiðlarnir stúra fyri, hvussu Klaksvíkingar skulu yvirliva mentunarhvøkkin. Klaksvíkingar gleða seg at sleppa at koyra beinleiðis inn á meginlandið, men fara hinir føroyingarnir at tíma norðureftir? Hevur Klaksvík annað at bjóða enn uppgevandi handilsmenn, manglandi ungdómstilboð, svartar samkomur og útideyðaveður?
Klaksvík hevur fleiri afturvendandi árlig tiltøk, sum altíð samla í hundratals og túsundtals av fólki. Har er Norðoyastevnan, Summarfestivalurin, og Sjómannadagurin. Har er stóri jólamannadagurin í desember, og har eru stór ítróttartiltøk, sum tildømis fimleikaframsýningin sunnadagin, har trýhundrað børn og ung vístu síni kynstur fyri umleið túsund áskoðarum.
Men eisini allar hinar dagarnar í árinum er Klaksvík eina vitjan verd. Lat okkum siga, at ein smábarnafamilja fer norð ein dagstúr, hvar skulu tey fara, og hvat skulu tey gera?
Fyrst fara tit at shoppa. Maðurin fer í Føroya besta manna-BR beint við tunnilin, har hann finnur øll amboðini, hann ongantíð hevur droymt um. Konan fer eina rundu í skógvahandlarnir, har tann fyrsti er á støði við teir bestu í Havn, tann næsti liggur á Keypmannahavna støði, og tann triði fyri tað kundi ligið í London. Ert tú meira til kreativitet enn skógvar, kanst tú fara í onkran av mongu tógvhandlunum ella í eitt av heimavirkjunum.
Síðani fara tit saman eina rundu í tað, sum má sigast at vera størsta konsentratión av handlum spesialiseraðir í smátingum til heimið. Klaksvíkingar eru tiltiknir heimkærir, so tað er kanska ikki so løgið, at júst teir hava eitt so stórt og spennandi úrval av handlum við pyntitingum. Og til síðst kunnu tit fara út í Leikalund, har stóribeiggin kann seta seg at lurta eftir fløgum, systirin setur seg millum allar barnabøkurnar, mamman hyggur eftir málningaframsýningini, og pápin setur seg við einum cappuccino og hyggur gjøgnum ein dunga av bókum, sum hava fangað hansara áhuga.
Blíva børnini (og maðurin) troytt av handlum, kunnu tit fara á okkurt av almennu spæliplássunum, ein møguleika tit ikki hava, um tit fara til Havnar. Ella tit kunnu fara ein túr út í Grøv við vøkru og spennandi ánni, har børnini kunnu fanga síl eftir øvugta put-and-take prinsippinum - fyrst fanga og síðani seta í aftur til onnur at fanga. Ella tit fara ein túr til Kunoyar, har plantagan er minni enn tann í Havn, men hon hevur harafturímóti ein steyrrættan fjallavegg sum loft, og Kallsoyarfjørð sum útsýni. Er veðri ikki til áir og plantagir, kunnu tit fara í Føroya absolut besta býarbókasavn ella í stóru og lekru svimjihøllina í býnum.
Og so skulu tit eisini hava okkurt at eta. Matstovurnar eru ikki nógvar har norðuri. Tit kunnu keypa tykkum pizza ella búrgara at eta í bilinum, ella tit kunnu fara á tað einastu veruligu matstovuna í býnum, men sjálvt um hendan er betri enn nógvar í høvðustaðnum, so hevði eg heldur bíða, til tit fara norð aftur tveyeini, tí har er bæði hugnaligt og romantiskt. Nei, besta loysnin er nokk at vitja onkran gamlan floksfelaga ella okkurt syskinabarn, sum tú ikki hevur sæð í hundrað ár. Tí klaksvíkingar eiga, sum vit vita, fjálg og hugnalig heim. Og tá teir hava búð so einsamallir har norðuri í so mong ár, fer tað ikki at skorta við gestablídni, nú teir endiliga fáa vitjan.