Stórar umvælingar strandaðar

Lítið er gjørt við skaðarnar í Klaksvík eftir glopraregnið í fjør, og Klaksvíkar kommuna hevur einki svar fingið frá landsstýrinum um fíggjarliga hjálp til umvælingarnar

 

Klaksvík: Nógvir av skaðunum, sum hendu í ógvusliga glopraregninum í Klaksvík í fjør, eru framvegis ikki gjørdir aftur.

Mest árokandi umvælingarnar eru gjørdar, og Klaksvíkar kommuna hevur brúkt meiri enn eina millión krónur til hetta. Framvegis eru umvælingar fyri einar fýra milliónir krónur eftir at gera, men tað er trupult at finna pengar til hetta arbeiðið.

? Vit hava avmarkaðan íløgukarm og avmarkaða fíggjarorku. Tí skapa fimm milliónir í eini óvæntaðari eykarokning sum hesari trupulleikar hjá okkum, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík


Liggur enn

Tað var 18. september í fjør, at tað regnaði so illa í Klaksvík, at tað fleyt yvir í øllum býnum.

Vegir, gongubreytir, rørleiðingar og hús fingu skaða í óhoyrda glopraregninum, og nógvir av hesum skaðum liggja framvegis óumvældir.

Jógvan við Keldu, sum var borgarstjóri í Klaksvík í fjør, helt, at tað var umráðandi at umvæla skaðarnar beinanvegin, og tað var eisini við hesum í huga, at Klaksvíka býráð samtykti at senda eina umsøkn um fíggjarliga hjálp til landsstýrið.

Í sambandi við hesa umsøkn var ein kostnaðarmeting gjørd av skaðunum, og tekniska umsitinin hjá kommununi kom til, at skaðarnir fóru at kosta um fimm milliónir at umvæla.


Einki svar

Hóast tað nú eru gingið eitt hálvt ár, síðani Klaksvíkar kommuna sendi landsstýrinum umsøknina, er einki svar komið til Klaksvíkar.

? Tað kennist skuffandi ikki at fáa so mikið sum eitt svar frá landsstýrinum, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.

? Tað er framvegis nógv arbeiði eftir at gera, og tað hevði komið væl við, um vit fingu stuðul frá landsstýrinum til hetta arbeiðið.

Stórir skaðar hendu á Helnabrekku, har partur av vegnum og gongubreyt skolaðu burtur, Fjósabrekkan er í sera ringum standi, frítíðarøkið úti í Grøv fekk somuleiðis ein rættiliga snudd, og nógvar rørleiðingar í býnum hava fingið skaða.

Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá løgmanni fyrrapartin í gjár.