-Um føroyingar longu sjálvir hava mist mótið uppá eina komandi oljuvinnu, hvussu skulu so útlendsku oljufeløguni hava tað. Nógvar føroyskar fyritøkur brúka alt for nógvar pengar til at reklamera fyri sær sjálvum í føroyska dunnihylinum. Postkassin er á tremur við reklamu hvørja viku, veit ikki hvussu nógv tað gevur sigur Eli Lassen, stjóri í Atlantic Supply Base í Runavík.
-Um vinnufyritøkur brúkti 75% av pengunum uttanlanda, so vóru nógvar føroyskar fyritøkur undirveitarar til oljuvinnuna. Havi verið á 3 messum uttanlanda, og tað er so sera nógv lættari at hitta fólk face to face, alt fellur lættari, tá ið tú ringir til tey, ella tey ringja til tín.
Tað má ikki henda, at tann føroyski básurin verður niðurlagdur. Tað kann vera at 25.000 kr eru nógvir pengar at gjalda fyri at lutaka á einum bási. Hvat hava 25.000 kr. at siga um tú kemur í samband við teir røttu persónanar og møguliga fær ein millióna sáttmála.
Føroysk virkir kunnu ikki sita hendur í favn og bíða eftir útlendingunum. Føroyingar kunnu heldur ikki rokna við at fáa útlendingar hendan vegin, um føroyingar ikki fara uttanlanda. Hvat skulu føroyingar gera, um Eni finnur olju í komandi vár. Tá blivur fullur panikkur sigur Eli Lasssen.
-Tað arbeiði, sum Samvit/oljuvinnufelagið hava gjørt er ikki at forsmáa, tey hava stóra tøkk uppiborið, tey hava bara ov lítið av pengum at arbeiða við. Tað skuldi ikki verið so ringt at skaffa 200-215.000 kr fyri ein bás. Oljufeløguni gjalda jú avgjøld fyri loyvir og annað. Tað er ein felagsskapur av oljufeløgum í Føroyum, sum eitur FOIB, hetta skuldi verið ein møguleiki hjá teimum at hjálpt til. Hetta skuldi bara verið hjálp til sjálvhjálp, jú fyrr føroyskar fyritøkur koma á banan, jú skjótari er tað hjá oljufeløgum at avgreiða smáting í Føroyum.
Bara tað at føroyskar fyritøkur koma burturúr Maniana politikkinum so er val sloppi.
Maniana merkir í morgin/seinri. Innan oljuvinnuna merkir kl. 0800, klokkan 8, og ikki kl. 0830 sigur Eli Lassen.










