Sum dømi kunnu vit nevna útlendingalógina. Tá ið CHE samgongan var skipað, legði landstýriskvinnan hjá Javnaðarflokkinum lógina fram, fekk breiða undirtøku fyri henni, og Javnaðarflokkurin fekk málið loyst. Hetta gjørdi Javnaðarflokkurin, tí vit hildu tað var rætt og neyðugt, hóast harðan ágang frá fakfeløgum og nógvum av trúgvu stuðlum floksins.
Tjóðveldi slongdi út, at fiskidagarnir skuldu skerjast við 50% komandi fiskiár. Sama morgun sum 3. viðgerð var, kom Torbjørn Jacobsen við eini framløgu fyri nøkrum fáum tilvildarligum tingfólkum. Henda framløga kundi verið tað, ið gjørdi, at fólk skiltu hetta stórpolitiska málið. Tilmælið frá minnilutanum i vinnunevndini, har Javnaðarflokkurin ikki hevði umboð, var at skerja fiskidagarnar við 20%. Har var ongin frágreiðing um, hví man fór úr 50% niður á 20%. Men tá atkvøðast skuldi, vísti Tjóðveldi hvørki dirvi ella virðing fyri samgonguni. Tí, øll tingmanning Javnaðarfloksins atkvøddi fyri. Men hvat gjørdi Tjóðveldi ? Ein atkvøða fyri og restin blankt.
Í samband við avtalaða niðurskurin av blokkinum royndi Javnaðarflokkurin, í ljósinum av búskaparstøðuni, at fáa eitt tjak í samgonguni um, nær blokkurin skuldi skerjast. Á fyrstu síðu í samgonguskjalinum stendur, at atlit skal takast til búskaparstøðuna. Men gakk - at síggja veruleikan hjá vanliga føroyinginum, tað er ógvuliga trupult fyri leiðsluna í Tjóðveld. Har var onki at tosa um, hóast fleiri limir í Tjóðveldinum søgdu, at tey vóru ímóti at lækka blokkin beint nú. Síðan boðaði Sjálvstýrisflokkurin frá, at teir hildu ikki tað vera rætt at minka blokkin, sum búskaparstøðan nú er. Hevði CHE samgongan yvirlivað, so eru vit vís í, at Tjóðveldi hevði lurtað eftir teimum. Tað tóktist, sum virðingin hjá leiðsluni í Tjóðveldinum alt samgonguskeiðið, var størri fyri Sjálvstýrisflokkinum enn virðingin fyri sjónarmiðum Javnaðarfloksins.
Alt tos um, at Javnaðarflokkurin hevur ikki dirvi, er tað reina uttanumtos. Munurin millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin er, at vit hava virðing fyri og álit á teimum, ið vit samstarva við.
Vit høvdu torað at sagt, at skerjingin av blokkinum kann bíða eitt ár ella tvey. Vit høvdu jú eina avtalu, eitt samgonguskjal, ið vit ætlaðu at halda.
Ein høpisleys skerjing av blokkinum við 117 milliónum, meðan heilsuverk og almannaverk mátti bløða fyri skerjingina, tað hevði verið ringt at fingið nakran føroying at skilt, eisini tey ið velja Tjóðveldi.
Samanumtikið halda vit, at leiðslan í Tjóðveldi eigur at taka í egnan barm, og nýta orkuna til at fáa samstøðu innanhýsis í egnum flokki, millum annað í málinum um blokkniðurskurðin, fiskivinnu- og landbúnaðarpolitikkinum.