Lógin um sjófeingi skal nú vigast

- Hvussu roynist nýggja lóggávan, og hvussu gongur við skiftinum frá fiskidagaskipan til eina kvotuskipan fyri heimaflotan?

- Hvussu roynist nýggja lóggávan, og hvussu gongur við skiftinum frá fiskidagaskipan til eina kvotuskipan fyri heimaflotan? Er hetta ein marknaðargrundað skipan, og fáa vit fleiri aktørar inn í vinnuna?

 

Hetta eru nakrir av spurningunum, sum verða umrøddir á fiskivinnutinginum í Klaksvík, nú sjómannadagar eru í Klaksvík hesa vikuna. Røtt fer eisini at verða um útlendskan ognarskap, uppboðssølu og menningarkvotur.

 

Nógv hevur verið at hoyrt um ymisku hugtøkini í kjakinum um ta fiskivinnunýskipan, sum kom í gildi á nýggjárinum. Men, hvussu roynist so nýggja skipanin fyri okkara høvuðsvinnu?

 

- Hvørjir eru fyrimunirnir, og hvørjir eru vansarnir, nú skipanin hevur gott hálvt ár á baki, eru spurningar, sum fyriskipararnir av Føroya Sjómannadegi hava valt at seta fokus á.

 

Tað verða formenninir í teimum sjey politisku flokkunum, sum fara at kjakast um fyrstu royndirnar av fiskivinnunýskipanini og høvi verður eisini at seta spurningar.

 

Í kjalarvørrinum av samtyktu lógini um fyrisiting av sjófeingi kemur stóra skiftið frá verandi fiskidagaskipan til eina kvotuskipan fyri heimaflotan, ið skal fremjast á nýggjárinum.

 

Fyrireikararnir av Føroya Sjómannadegi vísa á, at undir viðgerðini av lógaruppskotinum í vetur ivaðust fleiri í, um tað nú er rætt at vraka fiskidagaskipanina til frama fyri eina kvotaskipan.

 

- Hvørja støðu hava politikararnir til hetta í dag, og hvussu gongst við fyrireikingunum til hetta skiftið, ið skal fremjast um minni enn fimm mánaðir?

 

Lógaruppskotið um veiðigjøld varð ikki samtykt og fall tí burtur, tá løgtingið fór í summarfrí. Politiska telvingin um fíggjarliga partin av fiskivinnunýskipanini er tí framvegis ikki liðug.

 

- Men, hvørji eru útlitini fyri breiðari semju um henda partin av fiskivinnunýskipanini? spyrja fyrireikararnir.

 

Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt, og stóra fiskivinnutingið verður hildið í Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík mikukvøldið - tað er í annaðkvøld - 15. august klokkan 19.