Hvussu kann nakar taka ein flokk fyri fult, sum á sínum landsfundi erklerar seg sum sjálvstýrisflokk - fyri síðani at lata sín fremsta talsmann sama dag sum val er útskrivað at hava sín fremsta aðalmál [...] fólkaflokkurin ein sambandskur flokkur soleiðis sum Óli Breckmann hevur gjørt og vil gera hann til, ella er ein hann ein sjálvstýrissinnaður flokkur, soleiðis sum mong fólkafloksfólk helst vilja síggja sín [...] eitt valskeið man kennast herskin fyri mong fólkafloksfólk, sum halda, at flokkurin hevur amast nokk uppat sambandsflokkinum. TAÐ er eisini løgið, at hesin framherji og fremsti talsmaður fólkafloksins
aftur sum samráðingarleiðara við danir men framvegis verða sitandi sum løgmaður. Triðja trumfin spælir hann so út á landsfundinum. Tá fáa sambandsfólk at vita, at vraka tey hann, so eru tey eisini atvoldin [...] hevur timað alt hetta væl. Hetta er ikki nakað, sum bráddliga er íkomið. Hann hevur vitað um ætlaðu ?kvettroyndina? í sínum egna flokki leingi, og hevur tí eisini sett út í ?kortið? fyri lagnari tíð síðani [...] aftur til formann, so hava tey givið honum tað álit, sum skal til fyri at hann longu komandi mánadag kann ringja til Poul Nyrup Rasmussen og krevja fund sum skjótast. ENN ein trumfur løgmans er fyrningarfreistin
bráddliga alt Føroya fólk sum gíðsla. Hann letur tað nú upp til flokkarnar í einum valstríði at gera av, hvussu ein semja skal fáast um eina felags føroyska støðu, um somu tíð, sum hann tveitir alla ábyrgd [...] Tá hevði verið betri at latiðløgtingið málið, sum so kundi valt ein fyribils løgmann at staðið fyri samráðingum við danir. Men hent er hent. Og tí mugu vit so bara siga gott tað sama. So er tað uppá tíðina [...] hevur frætt, at valfelagið hjá sambandsflokkinum í Eysturoynni skal hava ætlanir um at vraka hann sum formansevni til komandi landsfund. Felagið ynskir at fáa annan formann. ÚT frá hesum skrivar Føroya
longri og so er tað eisini eitt heilt annað farvatn. TAÐ er sum um at føroyingar, sum búgva norðanfjørðs - og tað er her at bæði løgting og landsstýri hava síni sæti umframt mest sum allir almennir og privatir [...] a. Alt, sum bara líkist lappaloysnum, eigur at verða kveistrað til viks. Tí lappaloysnir kunnu vera vandamiklar. Og er tað nakað, sum vit ikki mugu ganga uppá akord við, so er tað trygdin. VIT kunnu bara [...] hoydu vit so lutvíst nakað til undir orðaskiftinum á tingi nú um dagarnar. Men tað er ikki slíkt orðaskfiti vit hava brúk fyri, har fólkaflokkurin og sambandið hava víst sína andstýgd til alt sum alment
føroyingar vunnið nógv. VIT eiga nevniliga ikki at gloyma, at tað er samstarvið millum hesar flokkar, sum gjørdi sítt til, at vit fingu vinnuliga nýskapan í tríatiárunum. At vit fingu almannalóggávuna í [...] við at byrja talvið, fáa vit at vita næstu dagarnar, tá nýggi javnaðarleiðari Føroya skal hitta mannin, sum flestu føroyingar ikki elska í løtuni, danska javnaðarleiðaran. VIT hava brúk fyri eini semju [...] semju millum Jóannes og Poul, og vit hava brúk fyri eini avtalu millum Danmark og Føroyar, sum perspektiv eru í. Hana skulu Jóannes og Poul ikki gera. Tað eru øll, sum hava eitt vet av samfelagsligum innliti
Danmark til fyrimuns fyri Føroyar. Hetta halda vit eisini vera skilagott. Nú er at telva rætt samtíðis sum at vit og danir royna at byggja upp aftur tað álit, sum fór fyri skeyti undir øllum bankamálinum. Eftir [...] telvað fram til eitt komandi val. Vit vístu á hesum stað í gjár út frá tølunum frá fólkatingsvalinum á ein nýggjan samgongumøguleika í føroyskum politikki. Eftir tí sum vit vita, hava CDE ikki áður kunnað [...] støðu okkara. Við øðrum orðum roynir javnaðarflokkurin at markera seg meira sum ein flokkur á miðjuni, men sum kortini eisini er ein vinstrahallur flokkur. Tað kann væl vera, at henda strategiin fer at
veruleikin. UMRØDDA CDE samgonga verður so eisini tann, sum best kann føra út í lívið ætlanina um eina sjálvstýrislóg og annars byrgja upp fyri tí høgravenda rákinum, sum vit í løtuni uppliva við fólkaflokkinum [...] á fólkatingi ivast vit onga løtu í, at javnaðarumboðið fer at liva upp til tey lyfti, sum hann gav undan valinum, nevniliga at virka og arbeiða fyri føroyskum áhugamálum samtíðis sum ein roynir at betra [...] mannin, hóast stóra framgongd. SOLEIÐIS sum gongdin hevur verið seinastu árini, so kom tað neyvan óvart á fólk, at fólkaflokkurin skuldi fáa eitt gott val. Tað sýnist sum um at raksturin altíð er góður í hesum
bankabjargingina á seg. VIT síggja Johannes Martin Olsen veitra við einum bíløgdum skrivi frá sama Uffe, sum sukursøtum orðum lovar føroyingum hetta og hatta, kemur hann til ræðið. Ja vit fáa at síggja. Eftir [...] er einki, sum bendir á, at ein borgarlig stjórn fer at verða fús til at ganga føroyskum krøvum á møti - nú távinstramenninar longu hava drigið í land og umrøða bankamálið sum farin tíð - sum søga. Og tá [...] num verður borgarlig stjórn í Danmark við Uffe Ellemann-Jensen sum forsætisráðharra eftir valið mikudagin. Pípuroykjandi politikarin, sum ikki fýrir fyri at minna føroyingar á, at hann er »Føroyavinur«
NÚ kenna vit hann aftur ? fólkaflokkin. Tann bólkurin av einstaklingum, sum hevur valt at kalla seg flokk men sum í veruleikanum eru einstaklingar, sum virka og arbeiða politiskt fyri seg og sínar. Floksheitið [...] hansara í Havn gongur ímóti ? um somu tíð sum ein annar partamaður, Jógvan við Keldu vil hava sín undirsjóvartunnil um Lorvíksfjørð. Hetta er so nakað, sum vit líkasum hava lært av liva við ? hetta at [...] eru tey somu. Hetta er nakað, sum tú finnur innan fyri allar flokkar. Tó má sigast, at tað er eitt sindur løgið, at tað er nettup í tí flokki, sum umsitur fíggjarmál og sum sigur seg vera so ábyrgdarfullan
so er greitt, at fólkatingsvalið er eisini er eitt slag av startskoti til løgtingsvalið, sum verður um ikki so langa tíð. Úrslitið av fólkatingsvalinum verður tí eisini eitt gott barometur fyri gongdina [...] løgtingsval. HYGGJA vit so eftir tølunum, so er greitt, at tað eru tjóðveldisflokkurin og javnaðarflokkurin, sum standa til størstu framgongdina, meðan sambandsflokkurin er tann, sum er taparin. Eftir okkara [...] nú vit fara inn í eina nýggja øld. Flokkurin er ein vinstrahallur flokkur, sum tó eigur traditión fyri at kunna arbeiða tvørtur um miðjuna. Flokkurin hevur hesa seinastu tíðina og gjørdi tað eisini undir