hetta sum tað, ið stendur í bíbliuni um, at tann tú elskar, tyktar tú. Óli Breckmann er jú sjálvboðin farin uppá hesa ?ræðuligu³ samgongu. Og eg giti, at tá ið á stendur, og tað skal atkvøðast, fer atkvøðan [...] Karsten Hansen, at hann skilir ikki mannin. Hetta er ein ótrúliga løgin máti at taka lógvatak uppá. Og eg síggi satt at siga ikki nakað positivt endamálvð hesum. Tað eru tey sum halda, at Óli Breckmann [...] tann effektivasti og mest konstruktivi máti at varðveita eitt gott samstarv. Sjálvur heldur Karsten Hansen, at hann hevur gott samstarv við øll tey, sum hann hevur við at gera, hóast tey ikki altíð eru samd
Vit vóna, at tað fer at eydnast at fáa álopsspælið at rigga, tí vit ætla sjálvir at avgera henda dystin. Bæði teir í ÍF og EB/Streymi staðfesta, at tað hevði verið sera kærkomið longu í kvøld at tryggja [...] tryggja sær rættin at luttaka í altjóða fótbólti næsta ár. Bæði EB/Streymur og ÍF hava í summar spælt í europeisku kappingini. Tað er sera nógv fólk kring vøllin í Klaksvík. Lagið er gott, og Klaksvíkar Hornorkestur [...] miðvallari og seinni miðverji og vongverji í vinstru. Venjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham, er púra greiður í sínum ætlanum: - Talan er um ein dyst, har alt skal avgerast, og tí fara vit at leypa á. Vit
Tað ávirkar børn í Føroyum at hoyra, at børn í tilafturssettum londum ikki hava tað gott. Sigurd í Homrum, sum er ellivi ár og gongur í 5. flokki í Hvalvíkar skúla, hevði leingi hugsað um, hvat kundi gera [...] fyri at hjálpa fátøkum børnum, soleiðis at tey eisini kundu gangaí skúla. - Eg helt tað vera so syund í teimum, sigur Sigurd í Homrum. Hann tosaði við pápa sín, sum dámdi væl tankan hjá sonum, og pápin [...] tiltakinum hjá Synergi við at biðja fólk lata eina tímaløn um árið til hjálpiarbeiði. Teir báðir tosaðu síðan við Hera Jacobsen, lærara hjá Sigurdi, og tað bleiv til, at næmingarnir í 4. Og 5. flokki í Hvalvíkar
hvussu óheppið tað kann vera. Hon sigur, at sjálvandi skulu pengar ikki brúkast óneyðugt, men Glasir er eitt dømi um, hvussu ein bygging kann fara av sporinum – og tað er eisini dýrt. Og tað eru meiningsleysir [...] um at viðgera spurningin sum skjótast, so at betri samsvar verður millum uppgávu og ábyrgd, so at vit sleppa undan, at byggivarkætlanir fara av sporinum, sum í hesum føri. Arbeiðið at byggja Glasir hevur [...] Hetta kann gerast betri og hetta eiga vit at gera betri. Helena Dam á Neystabø heldur, at tað er neyðugt at landsstýrið endurskoðar mannagongdina fyri, hvussu farast skal fram, tá ið stórir, almennir bygningar
fiskalýsi og fiskamjøl. Føroyar og ES hava undirskrivað semjuskjal, sum skal vera við til at menna handilsviðurskiftini enn meira. Og Export Faroe Islands er so smátt farið at virka, sum skal vera við til [...] vinnumálaráðið, Vinnuhúsið og Ráfiskakeyparafelagið hava saman við øðrum í nógv ár virkað fyri at beina hesa handilsforðingina burtur, og tað lukkaðist nú eftir gott og væl tólv ár við miðvísum arbeiði. Mugu [...] til at slóða vegin fyri føroyskum fyritøkum á útlendskum marknaðum. Hendan heilsufrøðiliga góðkenningin millum Føroyar og Brasil fer sum viðurkenning ivaleyst at viðvirka til, at tað tunga arbeiðið verður
skjótt um bæði leyst og fast, og er tað greitt, at hann er óvanliga væl kunnaður um so at siga alt. Tá Richard í 1994 vitjaði í Føroyum, sá hann fyri fyrstu ferð føroyskar kappróðrarbátar venja inn eftir [...] persónligt ynski um, at eitt miðvíst samstarv fer at mennast millum oyggjasamfeløgini bæði. Spurdur, um hann var sinnaður fyri at endurtaka tiltakið, var svarið greitt »ja!«. Men tað er samstundis treytað [...] veruligur áhugi er birtur millum manna, og at tiltakið kann vera við til at menna róðrarmentanina sum heild. Í hesum sambandi nevndi Richard eisini møguleikan fyri at lata nýggjan bát byggja til endamálið
9 mál og 6 eru farin ígjøgnum. Úrtøkan er trý stig í landskappingini og pláss í hálvfinaluni í steypakappingini. -Vit eru fegnir um, at tað hevur eydnast at skora so nógv mál, og vit vóna, at tað í kvøld [...] kvøld fer at eydnast at halda fram við málskjótingini. Tá ið tað er sagt, so vita vit, at tað bíðar okkum stór avbjóðing. Fuglfirðingar eru bæði særdir og svangir. Tí mugu vit vera hundrað prosent fokuseraðir [...] B68 í steypakappingini. Vit hava arbeitt væl og miðvíst undir venjingunum, og lagið er gott. Tað ger, at vit halda okkum hava møguleika at vinna í kvøld. Um tað eydnast, so lyfta vit okkum fram á sama stigatal
Johannesen tað greitt, at Javnaðarflokkurin ikki vil lata dyrnar aftur fyri Sambandsflokkinum undan valinum. Hann vísti millum annað á, at eftir eitt val snýr tað seg um, at kunna telja til 17 og fáa meiriluta [...] meiriluta, soleiðis at flokkurin kann føra sum mest av sínum egna politikki. - Vit hava sagt fleiri ferðir longu, og siga tað enn, at Javnaðarflokkurin fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin, men vit halda [...] avgjørdi, at spurningurin um loysing enn einaferð skuldi vera høvuðsmálið í valstríði floksins. Les eisini Loysing skal vera eitt høvuðsmál í valstríðnum - Sum støðan er nú, snýr tað seg fyrst og fremst um
bólkum og so nógvum ymiskum tjóðum. Fyri tað fer einki normalt menniskja at ynskja arbeiðsplássini á húsagang ella at spilla tað út alment, sum gjørt verður her. Tað hevur altíð verið roynt at loysa [...] partarnar. Skuldi tað kortini verið okkurt, sum ikki riggaði sum tað skal, mátti vera upplagt at latið nýggja stjóran royna seg heldur enn at ynskja skipið á húsagang! Tað er neyvan hent fyrr, at ein fakfela [...] saktans vera skilagott, um tað kortini vísir seg, at samfelagið fær vinning burtur úr hesi “studningsvinnu.” Men nú var alt á gosi vegna eina avmarkaða upphædd, sum kann forða fyri at ein vinna fer fyri
m, at hann hevði líkasum ikki dugað at skyna á, hvat, ið hóskaði at seta á prent í Dagblaðnum og ikki. Er tað so, at tað er møðin, sum er orsøkin til slíka skriving, so vildi tað verið hóskandi at spurt [...] eindømi. Hon er afturvendandi. Men gott tað sama - at ÓB fór so langt hesaferð, tí hetta hevur fingið ilt í hansara egnu. At løgmaður so eisini fer í útvarpið og sigur, at skrivingin hjá formanninum í hansara [...] Men har er eitt men. Fyri líkasum at slætta sjógvin og fyri at hála í land aftur, sigur Anfinnur Kallsberg við sjónvarpið, at royndirnar vísa, at tá tað er komið hartil, at ein samgonga er skipað, so er ÓB