Síðsta uppgerðin í 10. umfari í Effo-deildini verður á Toftum í kvøld klokkan 19. Talan er um oyggjauppgerð, tá ið ÍF vitjar á Svangaskarði. B68 hevur 8 stig, og ÍF hevur 11 stig. Heimasigur ber við sær, at B68 lyftir seg upp undir liðina á ÍF, og at fjarstøðan til niðurflytingarplássini økist til fýra stig. Útisigur ber við sær, at ÍF lyftir seg upp á sama stigatal sum NSÍ, ið er á bronsuplássinum.
ÍF venjarin Albert Ellefsen sigur, at teir í Fuglafirði hyggja uppeftir og ikki hugsa um vandan fyri niðurflyting:
-Vit ætla at reisa okkum eftir tapini á heimavølli ímóti AB í landskappingini og á útivølli ímóti B68 í steypakappingini. Vit hava arbeitt væl og miðvíst undir venjingunum, og lagið er gott. Tað ger, at vit halda okkum hava møguleika at vinna í kvøld. Um tað eydnast, so lyfta vit okkum fram á sama stigatal, sum NSÍ á bronusplássinum hevur. Tað er stórur spenningur um bronsuplássið, og vit ætla okkum at vera við í tí kappingini, sigur Albert Ellefsen.
ÍF hevur sama fólkið tókt, sum var við í 4-3 steypatapinum á Svangaskarði mikukvøldið:
-Høgni Zachariassen verður klárur um einar tvær vikur, og Jan Ó. Ellingsgaard kemur heim um eina viku. Teir eru báðir týdningarmiklir, og tað verður hugaligt, at tað verður kapping um plássini, sigur ÍF venjarin.
Sammett við fyrsta partin av kappingarárinum hevur B68 tvær tær seinastu ferðirnar sum hamskift. Á Svangaskarði hava toftamenn í tveimum dystum skorað 9 mál og 6 eru farin ígjøgnum. Úrtøkan er trý stig í landskappingini og pláss í hálvfinaluni í steypakappingini.
-Vit eru fegnir um, at tað hevur eydnast at skora so nógv mál, og vit vóna, at tað í kvøld fer at eydnast at halda fram við málskjótingini. Tá ið tað er sagt, so vita vit, at tað bíðar okkum stór avbjóðing. Fuglfirðingar eru bæði særdir og svangir. Tí mugu vit vera hundrað prosent fokuseraðir. At tað er neyðugt, vórðu vit mintir á síðstu løtuna ímóti KÍ, tá ið teir skoraðu tvær ferðir, so støðan broyttist frá 5-1 til 5-3.
Allir B68 spælararnir, sum hava verið við tær seinastu ferðirnar, eru tøkir.
B68-ÍF: Eiler Rasmussen klokkan 19.00. Rás2 fer at siga frá dystinum á Svangaskarði í kvøld.









