Tað ávirkar børn í Føroyum at hoyra, at børn í tilafturssettum londum ikki hava tað gott.
Sigurd í Homrum, sum er ellivi ár og gongur í 5. flokki í Hvalvíkar skúla, hevði leingi hugsað um, hvat kundi gera fyri at hjálpa fátøkum børnum, soleiðis at tey eisini kundu gangaí skúla.
- Eg helt tað vera so syund í teimum, sigur Sigurd í Homrum.
Hann tosaði við pápa sín, sum dámdi væl tankan hjá sonum, og pápin segði Sigurdi frá tiltakinum hjá Synergi við at biðja fólk lata eina tímaløn um árið til hjálpiarbeiði.
Teir báðir tosaðu síðan við Hera Jacobsen, lærara hjá Sigurdi, og tað bleiv til, at næmingarnir í 4. Og 5. flokki í Hvalvíkar skúla skipaði fyri diskoteki seinasta hóskvøld.
Inn komu 2.357 krónur, sum Ása Andreassen i Synergi fekk handaðar á samkomu í Hvalvíkar skúla fríggjadagin.
Skilagóðir næmingar
- Vit hava ongantíð áður upplivað, at ein skúli hevur skipa fyri tiltaki og latið pengarnar til “Ein tíma um árið”, sigur Ása Andreassen.
Hon heldur Sigurd vera ein sera skilagóðan drong. Hann segði við hana, at hann kundi hugsað sær at gjørt tað sama aftur næsta ár.
Hinir næmingarnir eiga eisini stóra tøkk og tað sama foreldrini, sum vístu tiltakinum stóra vælvild, sigur Ása Andreassen.
Hon er fegin um, at næmingarnir valdu at lata júst hesum tiltakinum peningin. Peningurin fer óskerdur til seks foreldraleys børn, sum búgva á barnaheiminum hjá ABC barnahjálp í Liberia.
Sum heild fær tiltakið “Ein tímu um árið” verður annars góðan stuðul. Í fjør komu yvir 100.0000 krónur inn.
Í ár letur innsavningin til Rumeniaverkætlanina og til hesi seks foreldraleysum børnini í Libeira.
Børnini fingu eisini stuul í fjør, og tá varð peningur somuleiðis latin eini ommu við sjey ommubørnum í Liberia.









