Eg taki ikki Óla so tungt

­ Eg ætli ikki at lata meg ávirka av skrivingini hjá Óla Breckmann. ­ Men hetta er ein løgin máti at taka lógvatak uppá, heldur Karsten Hansen

­ Hetta taki eg ikki so tungt. Men eg skilji tað ikki.

Grovu atfinngingarnar frá Óla Breckmann røra ikki Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, stórvegis.

Í Dagblaðnum mánadagin leggur formaður fólkafloksins á tingi eftir sínum samgongufeløgum, ikki minst eftir tjóðveldisflokkinum.

Høgt verður harðliga niður á Karsten Hansen fyri at hann hevur latið almennu útreiðslurnar hækka yvir 100 milliónir.

?Fúlast³ er hækkingim til skúlaverkið uppá 30 milliónir, sambært Dagblaðnum.

Karsten Hansen sigur, at hetta tekur hann ikki so tungt.

­ Eg taki hetta sum tað, ið stendur í bíbliuni um, at tann tú elskar, tyktar tú.

Óli Breckmann er jú sjálvboðin farin uppá hesa ?ræðuligu³ samgongu.

­ Og eg giti, at tá ið á stendur, og tað skal atkvøðast, fer atkvøðan hjá Óla nokk at ikki at resta í hjá samgonguni.

Og hví, hann akkurát leggur eftir skúlamálum, tykir mær løgi, tí tað var undanfarna landsstýrið, sum gjørdi nýggju skúlalógina og atkvøddi hana ígjøgnum tingi við Óla Breckmann á odda sum formanni fólkafloksins.


Ein løgin máti

Hinvegin sigur Karsten Hansen, at hann skilir ikki mannin.

­ Hetta er ein ótrúliga løgin máti at taka lógvatak uppá. Og eg síggi satt at siga ikki nakað positivt endamálvð hesum.

Tað eru tey sum halda, at Óli Breckmann er úti eftir at beina fyri samgonguna, tí hann ræðist fullveldisætlanirnar?

­ Eg tími ikki so frægt sum at gita um endamálið. ­ Men tað tykist sum sum hetta er ein partur av prísinum fyri at vera uppi í politikki.

Karsten Hansen sigur, at eftir hansara tykki er Óli Breckmann eitt innanhýsismál hjá Fólkaflokkinum.

­ Hann er formaður folkafloksins. Og tað má fólkaflokkurin sjálvur meta um, um teir halda, at hetta er tann effektivasti og mest konstruktivi máti at varðveita eitt gott samstarv.

Sjálvur heldur Karsten Hansen, at hann hevur gott samstarv við øll tey, sum hann hevur við at gera, hóast tey ikki altíð eru samd.

Tí heldur hann heldur ikki, at, at skrivingin hjá Óla Breckmann beinleiðis oyðileggur nakað fyri samgonguna.

Tí fer Karsten Hansen heldur ikki at lurta eftir ráðunum frá Óla Breckmann um at halda seg til fólkafloksfíggjarpolitikk.

­Tjóðveldisflokkurin hevur sett meg at umsita fíggjarmál og tað geri eg útfrá samgonguskjalinum.


Løgd fram í dag

Annars verður uppskoti til fíggjarlóg fyri 1999 løgd fram í dag.

Og Karsten Hansen vildi seinnapartin í gjár ikki út við tølunum.

Tó heldur hann ikki, at tølini, sum Óli Breckmann vísir á, eru eftirfarandi.

­ Tað er munur á hesari fíggjarógini og teirri seinastu, sum undanfarna samgongan legði fram.

­ Hon hevði 18 milliónir í yvirskoti, tá ið avdráttirnir vóru taldir við.

­ Tann, vit leggja fram í dag, hevur væl yvir 100 milliónir í yvirskoti, umframt avdráttirnar,sigur Karsten Hansen