Hetta kann gerast betri og hetta eiga vit at gera betri.
Helena Dam á Neystabø heldur, at tað er neyðugt at landsstýrið endurskoðar mannagongdina fyri, hvussu farast skal fram, tá ið stórir, almennir bygningar verða bygdir.
Nú Løgtingið viðgjørdi málið um eina eykajáttan til Glasir, helt hon, at nettupp Glasir er eitt gott dømi um, hvussu óheppin mannagongdin, sum nú er, kann vera. Har er tað Landsverk, sum hevur ábyrgd av byggingini, men tað er Mentamálaráðið, sum eigur bygningin.
Avleiðingin av slíkari mannagongd er, at tað er ringt hjá eigaranum at stýra eini verkætlan, sum onkur annar hevur ábyrgdina av.
Helena Dam á Neystabø er ikki einsamøll um at hava hesa áskoðanina, tí spurningrin hevur verið umrøddur í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum og har taka bæði Ruth Vang úr Framsókn, Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum, Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum, Pauli Trond Petersen úr Tjóðveldi og Bill Justinussen úr Miðflokkinum, undir við hesum.
Tey halda, at Glasir er ein staðfesting av, at politiska skipanin so skjótt sum møguligt fer undir at endurskoða allar mannagongdir í sambandi við stórar byggiverkætlanir:
Tey siga, at tey ivast í, um tað er rætt, at Landsverk frameftir er byggiharri í stórum byggiverkætlanum, har eitt aðalráð í landssstýrinum, sum einki hevur við Landsverk at gera, er eigari.
Tí heita tey á Landsstýrið um at viðgera spurningin sum skjótast, so at betri samsvar verður millum uppgávu og ábyrgd, so at vit sleppa undan, at byggivarkætlanir fara av sporinum, sum í hesum føri.
Arbeiðið at byggja Glasir hevur gingið stak illa, tí eitt er, at byggingin er seinkað í fleiri ár, samstundis sum at hon er nógv dýrari enn ætlað. Men Helena Dam á Neystabø sigur, at talan kundi fyri tað sama verið um onkra aðra bygging.
– Tað er óheppið, at Landsverk stýrir eini stórari verkætlan, har eitt landsstýrisfólk, sum einki hevur við Landsverk at gera, eigur bygningin, sigur hon. Sostatt verður ábyrgdin fyri byggingina á tveimum hondum, og Glasir er eitt dømi um, hvussu óheppið tað kann vera.
Hon sigur, at sjálvandi skulu pengar ikki brúkast óneyðugt, men Glasir er eitt dømi um, hvussu ein bygging kann fara av sporinum – og tað er eisini dýrt. Og tað eru meiningsleysir pengar at brúka sigur løgtingskvinnan fyri Javnaðarflokkin.