Amerada Hess-stjórin: Bólturin liggur hjá Róðrarsambandinum

Stjórin í Amerada Hess sigur, at tað nú er upp til Róðrarsambandið, um teir vilja fara aftur til Scillyoyggjarnar

Ernst S. Olsen


Ferðin og luttøkan hjá føroyameistarunum 1997 hjá 10-mannaførunum á Scillyoyggjunum varð fingin í lag og fíggjað av The Faroes Partnership, sum er samansett av oljufeløgunum Amerada Hess, Lasmo, Norsk Hydro og DOPAS. Á odda fyri the Faroes Partnership stendur stjórin í Amerada Hess, Richard Hardman.

Richard er ein sera fyrikomandi maður, sum leggur stóran dent á persónlig samskifti millum fólk eins og stovnar. Eitt høgt starv kann hava lyndi til at lyfta ein so langt upp, at vit onnur ongan møguleika hava at nærkast viðkomandi. Men gongur tú ein túr við Richard, gongur prátið skjótt um bæði leyst og fast, og er tað greitt, at hann er óvanliga væl kunnaður um so at siga alt.

Tá Richard í 1994 vitjaði í Føroyum, sá hann fyri fyrstu ferð føroyskar kappróðrarbátar venja inn eftir einum fjørði. Hetta minti hann ikki sørt á studentatíð sína í Cambridge, har hann var fastur maður í gitnu kappróðrunum har um leiðir. Samstundis hava Scillyoyggjarnar leingi hugtikið hann á ein serligan hátt, og eigur hann eisini summarhús í Cornwall nærhendis Land?s End.


Hugskotið

fýra ára gamalt

Í Cornwall livir stórur partur av fólkinum í ógvuliga smáum samfeløgum, og var tað tí ikki totført hjá Richardi at seta seg inn í føroyska hugsunnarháttin. Hugskotið um at skipa fyri føroysku luttøkuni á Scillyoyggjunum kom tískil soleiðis longu fyri fýra árum síðani, tá hann dugdi at síggja eitt náttúrligt samband millum Føroyar og Scillyoyggjarnar. »Báðir partar hava nógv til felags og kunnu óivað njóta nógv gott sínámillum av einum mentunarligum samstarvi í framtíðini.«.

Farið varð undir at leita eftir hóskandi báti, og varð báturin »Joker«, sum gjørdist nummar tvey í finaluni, upp á tal. Men tíverri vildu eigararnir ikki selja, og kom »Brendan« sostatt til Føroya ístaðin.

Hóast hetta ikki var nøkur fullkomin loysn, so má endamálið tó sigast at vera rokkið: Nevniliga at finna útav, um føroyingar framvegis eru áhugaðir í tiltakinum framyvir.

? Bólturin liggur nú hjá Róðrarsambandinum, sum Richard sigur.

Hann hevur eitt persónligt ynski um, at eitt miðvíst samstarv fer at mennast millum oyggjasamfeløgini bæði.

Spurdur, um hann var sinnaður fyri at endurtaka tiltakið, var svarið greitt »ja!«. Men tað er samstundis treytað av, um ein veruligur áhugi er birtur millum manna, og at tiltakið kann vera við til at menna róðrarmentanina sum heild. Í hesum sambandi nevndi Richard eisini møguleikan fyri at lata nýggjan bát byggja til endamálið.

Richard leggur enn eina ferð dent á, at sambandið millum Føroyar og the Faroes Partnership skal altíð vera bygt á eitt samskifti, har báðir partar eru eins verdugir.

? Tað er tann menniskjansligi parturin, sum er avgerandi fyri samstarvið, sum hann tekur til.

Sum dømi um tað øvugta vísir Richard á Toskakríggið millum Bretland og Ísland á sinni, har tann »stóri« við megi roynir at køva tann minna partin. Vit vita øll, hvussu stríðið endaði, og hetta tekur Richard sum prógv fyri, at virðing, ið gongur báðar vegir, er fremsta fyritreytin fyri gott og fruktagott samstarv millum tveir partar.