ta hurðina mangt eitt vakurt summarkvøld, tá vit plagdu at standa á steinbrúnni og práta og roykja, hvussu hugnaliga hon knarraði í teimum gomlu træhongslunum, tá Armgarð, systir Hans Andrias, fór út á snórin [...] fekk 356 atkvøður og Joen Poulsen fekk 199. Valluttøkan man hava verið vánalig, men meirilutin var greiður. Val var longu aftur í 1903, og tá var bæði størri luttøka og javnari býti av atkvøðum. Hesa ferð [...] men hon er ikki reiðiliga tann sama Áarstova nú sum fyrr, tá Hans Andrias var barn og livdi síni fyrstu lukkuligu ár inni í kamarinum har. Tá var takið flakt við flag, nú er tað tjørupapp. Skorsteinurin
veit ikki, um vit kunnu siga hetta um eitt framleiðslutól, men maskinurnar hava eitt gott umdømi, og tann, sum hevur stýrt hesari gongd, hevur gott orð á sær sum dugnaligur handverkari. Tá ið komið varð [...] Dánjal Niclasen, bæði tá ið hann kom aftur, og tá ið hann fór yvir aftur. Tað gekst misjavnt á við flakamaskinunum, og Birgir Danielsen vildi fáa skil á hesum. Fiskasølan vildi hava Petur at fara út á f [...] Her vóru trý hús, sum stóðu á hesi grund. Tey vóru smá og størst av hesum húsum vóru tey, sum Petur var føddur í. Her búði familjan í nøkur ár og flutti so niðan á Bøin at búgva, men tá ið Óli, bróðir
grannarnir sær eisini eitt uppiborið pláss í finaluni. Og tá tað nú regnaði uttanfyri, so tað kann sigast vera ógvuliga apropos, tá løtan kom tá Petsi Tvørfoss skuldi á pallin. Við lagnum hjá Niels Drevsholt [...] heitar. Atkvøðugreiðslan vísti seg fyri Petsi at gerast eitt slag av endurtøku frá 2002 tá Pætur við Keldu var við. Tá atkvøðurnar vórðu taldar upp hevði Petsi fingið 26 stig, og gjørdist hetta til eitt fimta [...] var av tí allarbesta við regni og vindi uttanfyri, so varð lagt varð upp til tað heilt stóra brakið, tá Dansk Melodi Grand Prix 2004 skuldi í luftina leygarkvøldið. Stóra ítróttarhúsið í Århus varð umskapað
til hennara, tí har er so nógv at fáa og síggja og nerta við. Vit vóru fimm systkin, so mamma hevði nóg mikið at síggja til heima við hús. Í 30 ár var pápi útvarpsstjóri og gekk upp í hetta starv við lív [...] kærkomið høvi at sleppa burtur úr heimbygdini eina tíð, tá ungdómurin var innilæstur og ikki slapp av landinum til nakað sum helst í fimm ár. Tá tey fyrstu fýra børnini, sum komu eftir fimm árum frá 1946 [...] Guttastovu. Sjálv varð Petra fødd í húsunum, sum Absalon Jacobsen av Dunganum bygdi úti í Grógv í 1890unum, tá hann tók við eftir Skúla-Jógvan at stýra úthandlinum hjá Jørgen Bech & Sønner. Hendan handilin yvirtók
verforeldrunum hjá Petru. Tey vóru enn í Havn, tá ið tey fingu feigdarboðini. Petra var í Gøtu, tá ið minan brast í Syðrugøtu, tá ið stórur skaði hendi, og tá ið týska flogfarið datt niður á Gøtuvík. Niels [...] hann var staddur tá. Men slørið mátti hon læna frá Monu hjá Poul Amaljari, sum var gift beint frammanundan. Tá í tíðini var tað nærum skomm hjá monnum at hava konur, sum arbeiddu úti. Men tá ið kreppan var [...] seinasta ár. Tær hava allar hildið nógv saman í Havn, og tær eru eitt gott fyridømi fyri einum góðum samband millum ættarfólk. Hóast tær hava búð í Havn í meira enn hálva øld, rokna vit tær framvegis sum
so bersøgin kundi hann eisini vera. Sanniliga hava vit nógv minni um Peter. Hann hevði ikki verið stjóri í Norðurlandahúsinum í meiri enn einar 2 mánaðir, tá ið hann megnaði at halda fyrstu røðuna á føroyskum [...] var á eini heilt aðrari planet enn vit onnur, men hugleiðingarnar vórðu seinni til tiltøk - við góðari undirtøku. Peter var eitt "finn-upp-á" menniskja. Hvørja ferð vit tosa um sangleikin Skeyk, Fyrstu føroysku [...] sangari. Onkuntíð, tá fólk roknaðu við eini rimmar talu, so fór Peter upp á at syngja í staðin. Sum fyrr nevnt, var Peter frásøgumaður sum fáur. Søgurnar um Wille, Annti og Pekka fara vit so ikki at hoyra
Vit hava fyrr í Miðvikuna havt frásøgn um mjólkaforsýningina og stjóran Peter Jensen. Henda greinin skal bert snúgva seg um virksemið hjá Peter Jensen innan fráhaldsrørsluna Henda søgan byrjar við fól [...] brennivín til Føroyar. Eitt dømi var um ein umboðsmann fyri brennivínsframleiðara, sum fór at ganga hús í hús at reklamera fyri sínum vørum. Hann hevði eisini vøruroyndir við, sum hann ikki spardi at bjóða [...] Jensen at falla í fátt, og hann helt áfram kring landið. Tað var í flestu førum stór luttøka á fundunum. Tá ið fundarvirksemið var liðugt, skuldi Peter Jensen verið farin avstað aftur til Danmarkar. Men fer
staðnum. Tá hann kom nakað fyri seg, virkaði hann sum tulkur á sjúkrahúsinum. Tá gjørdi hann tað, sum hann altíð ynskti at gera. Tá skipið kom til Wellington, har vit búðu, fóru vit ímóti honum, men tá var [...] rennur seg fram á hann í havnini í Wellington í New Zealandi. Tá kom samband aftur við ættina í Føroyum. Tað var brævaskifti fram til 1966, tá ið Peter Jacob doyði. Hann átti ein son, sum kallaðist Bernhard [...] danskar sangir. Hann var annars errin av at vera uppvaksin í Føroyum. Í 1923 fluttu vit til Australia. Men her trivust vit ikki so væl og fluttu aftur til New Zealand. Eina ferð var pápi við einum tangaskipi
minsta lagi 510 fólk hava latið lív og 1.000 vórðu løstað, tá ið ein jarðskjálvti, ið máldi 7.9 á Richter skalanum, skakaði strandaøkini miðskeiðis í Peru. Mett verður, at um 34.000 hús eru løgd í oyði, og [...] ógvusliga jarðskjálvtan. WFP metir, at samlaði tørvurin á stuðli til hetta arbeiðið er um 6 mió. USD. -Vit hava tørv á at stuðlar okkara eru gávumildir. Henda vanlukka fer ivaleyst skjótt at hvørva frá forsíðunum
fáa sakina víðari. Tá eg skal byggja mær hús, má eg havi teir rútar, tær bjálvingar og tær tilbúgvingar, sum myndugleikar og fíggjarstovnar halda meg skula hava. Á ellisheimum hava tey, í skiftistíð millum [...] Tá eg varð kannað fyri bróstkrabba, fekk eg teldupost um at fara til aðra, meira trygga skipan, eftir svarinum. Tá eg fari á bilverkstað við bilinum, og tey hava mist ella sløsað tryggingarnummarið burtur [...] hvørjum? Eg havi sera trupult við at síggja, hvussu vit henda vegin skulu gera okkum inn á hvønn annan. Og í førinum eitthvørt kundi verið, hava vit aðrar myndugleikar at taka sær av tí, eitt nú, politi