Peter Jensen noktaði brennivínsseljara at ferðast við Ruth

Danin Peter Jensen kom at gera vart við seg á tveimum heilt ymiskum økjum í Føroyum. Tað var sum tann framskygdi stjórin á mjólkaforsýningini og sum ein av oddamonnunum í føroysku fráhaldsrørslun. Hann kom til Føroyar í 1907, og her kom hann eisini at fáa seinastu hvíldina

Vit hava fyrr í Miðvikuna havt frásøgn um mjólkaforsýningina og stjóran Peter Jensen. Henda greinin skal bert snúgva seg um virksemið hjá Peter Jensen innan fráhaldsrørsluna

Henda søgan byrjar við fólkaatkvøðuna í 1907 um at banna fría brennivínssølu. Fráhaldsfeløgini vildu spenna seg út at fáa meiriluta fyri uppskotinum. Tað var avrátt at fáa ein dana at koma til Føroyar at hjálpa við hesum. Í norrøna Good Templarablaðnum varð tískil søkt eftir einum “agitator” til hesa fólkaatkvøðu. Ein av teimum, sum sá hesa lýsing var Peter Jensen. Hann fekk áhuga fyri sakini, og 10. september 1907 er hann á veg til Føroyar við Tjaldrinum.

Hann fekk ein ringan túr til Føroyar við nógvum sjóverki. Men hann byrjaði beinanvegin saman við fráhaldsfeløgunum at leggja til rættis eina agitatiónsferð um landið saman við føroyskum fráhaldsmonnum.

 

 

Hent seinking

Í Føroyum var byrjanin eisini buldraslig. Fyrst fóru teir vestur í Vágar. Hetta var ikki tað sama sum at ferðast í dag. Á ferðini til gongu av Fútaklett til Sandavágs villast teir í mjørka og nýta seks heldur enn eina tíma um ferðina. Hetta fekk ikki Peter Jensen at falla í fátt, og hann helt áfram kring landið. Tað var í flestu førum stór luttøka á fundunum.

Tá ið fundarvirksemið var liðugt, skuldi Peter Jensen verið farin avstað aftur til Danmarkar. Men ferðamannaskipið Ceres var seinkað úr Íslandi, og tí kom Jensen at uppliva sjálvan valdagin 6. november. Tað vísti seg eisini, at tað varð stórur meiriluti fyri at banna fría sølu av rúsdrekka.

Men á ólavsøku 1908 er Peter Jensen aftur í Føroyum. À einum losjufundi greiddi hann frá, hví hann var afturkomin.

Sum nevnt slapp hann ikki heim aftur sum ætlað eftir, at agitatiónsferðin í 1907 var av. Ferðamannaskipið Ceres var seinkað tvær vikur úr Íslandi. Hesa tíðina mátti Peter Jensen ganga í Havnini og bíða, til skipið kom. Tá frættir hann um hesa ætlan at stovna eina mjólkaforsýning, sum ikki bleiv til nakað, tí rætti persónurin var ikki funnin til at leiða eina slíka fyritøku. Sjálvur var Jensen meiaristur, so hetta vakti hansara áhuga. Hann tosaði við menninar aftanfyri ætlanina og lovaði teimum alla ta vegleiðing, sum hann kundi geva. Hann kundi møguliga eisini koma aftur at leggja teimum lag á. Alt hetta endaði við, at Jensen kom til Føroyar fyri eitt fimmáraskeið at stjórna fyritøkuni. Hann setti eisini pening í, tí tað stóð á at fáa nóg mikið av partapeningini.

 

 

Noktaði umboðsmanni fyri rúsdrekkasølu at ferðast

Peter gjørdist skjótt leiðari í losjuni, og her var hann ein eldsál. Hvussu avgjørdur Peter Jensen var í spurninginum um rúsdrekka sæst í hesi frásøgn:

Eftir at brennivínshandilin var forboðin, vóru nógvar snildir nýttar kortini at fáa brennivín til Føroyar. Eitt dømi var um ein umboðsmann fyri brennivínsframleiðara, sum fór at ganga hús í hús at reklamera fyri sínum vørum. Hann hevði eisini vøruroyndir við, sum hann ikki spardi at bjóða møguligum keyparum. Hann býtti eisini út bestillingslista. Her skuldi bert krossast av og koyrast í postkassa, og so var bert at bíða til brennivínið kom fram.

Hetta dámdi ikki fráhaldsfeløgunum, men tað var avmarkað, hvat tey kundu gera.

Umboðsmaðurin skuldi eisini ferðast við Ruth í hesum ørindum. Tá ið hetta frættist, fekk Peter Jensen noktað manninum at ferðast við Ruth.

Hesin fer beina leið til amtmannin at klaga. Mjólkaforsýningin fekk jú almennan studning og kundi tí ikki nokta nøkrum at ferðast við bátinum. Amtmaðurin Christian Bærentsen gevur umboðsmanninum viðhald, og mjólkaforsýningin sat eftir við endurgjaldskravi.

Á jólum 1908 varð eisini nógv brennivín flutt út á bygdirnar, eisini við Ruth. Hetta harmaði Peter Jensen. Men hann ásetti tó, at jólaaftan skuldi Ruth bert taka post við, og tað uttan mun til, hvat amtmaðurin hevði ásett. Hetta gav eisini trupulleikar.

 

 

Flaggað varð fyrstu ferð við jarðarferðina hjá konu Jensen

Í 1909 fór Peter Jensen til Danmarkar eftir restina av familjuni, og tá gerst kona hansara Vlhelmina eisini limur í Losjuni.

Tað næsta, Peter Jensen setti sær fyri, var at fáa stovnað losjur kring landið. Hetta eydnaðist eisini væl. Fleiri losjur vóru stovnaðar. Men eitt var at fáa losjur stovnaðar, eitt annað var at halda lív í teimum. Tað var misjavnt, sum hetta eydnaðist.

Eitt átak var at stovna avhaldssjúkrakassar. Hesir virkaðu væl í nøkur ár, men teir blivu seinni samanlagdir við teir sjúkrakassar, vit kenna í dag.

Tað fór at ganga niður á bakka við losjuarbeiðinum, men í 1926 verður ferð sett á aftur. Aftur var tað Petur Jensen, sum var drívkraftin. Hann rindaði sjálvur kr. 500 til hetta endamál. Hetta var stórur partur av ársløn hjá fiskimanni tá. Eitt stig at fáa økt um limatalið var uppskot frá Jensen um at geva eina gullnám til tann, sum evnaði at útvega flestar limir.

Í 1933 verður skipað fyri at fáa eitt flagg til losjuna, og tað verður hátíðarliga vígt. Flaggið skuldu nýtast til hátíðarligar løtur, til dømis til jarðarferðir. Tann sum gleddi seg mest til vígsluna var Vilhelmine, kona Peter. Hon hevði verið við í flaggnevndini. Men hon gjørdist sjúk beint undan vígsluna, og hon doyði nakar dagar seinni. Hon kom tí at verða tann fyrsta, sum flaggið heilsaði til eina jarðarferð.

Í 1934 kom sonur Peter, Carl Jensen, at loysa pápan av á ovastu rók. Peter kom tá at taka sær eitt sindur meira av løttum, men hann var framvegis virkin sum limur. Peter doyði í 1954, men hansara minni livir.

 

 

Kelda:

Erling Isholm: Losjan Støt Viljen 100 ár

 

Næstu ferð

Í komandi parti verður frásøgn um Jóhannes í Stórustovu og verfaðir hansara Niklas á Kák.