Peru fær neyðhjálp úr Føroyum

Landsstýrið hevur gjørt av at lata 150.000 krónur í neyðhjálp eftir tann harða jarðskjálvtan í Peru Føroyski stuðulin fer til World Food Programme og tað arbeiðið, sum stovnurin ger í Peru.

Í minsta lagi 510 fólk hava latið lív og 1.000 vórðu løstað, tá ið ein jarðskjálvti, ið máldi 7.9 á Richter skalanum, skakaði strandaøkini miðskeiðis í Peru. Mett verður, at um 34.000 hús eru løgd í oyði, og at 80.000 fólk beinleiðis eru rakt av vanlukkuni.

World Food Programme hevur heitt á altjóða samfelagið um at stuðla arbeiði teirra við at lata mat í 9 mánaðir til tey 80.000 fólkini, ið eru ringast fyri eftir ógvusliga jarðskjálvtan. WFP metir, at samlaði tørvurin á stuðli til hetta arbeiðið er um 6 mió. USD.

-Vit hava tørv á at stuðlar okkara eru gávumildir. Henda vanlukka fer ivaleyst skjótt at hvørva frá forsíðunum í tíðindabløðunum, men tey tíggju-túsundtals fólkini, ið eru rakt av vanlukkuni skulu liva við ræðuligu fylgjunum av jarðskjálvtanum í langa tíð frameftir, sigur Guy Gauvreau, ið er landastjóri hjá WFP í Peru.