Petra (Arge) hjá Jóan Eliasi verður 85 ár í dag, Margreta (Hansen) hjá Magdalenu gjørdist 85 ár fyri tveimum vikum síðani og Petra (Samuelsen) hjá Johan Salomon fylti 95 ár í vár. Tað ber nú heldur ikki til at gloyma Magnhild (Isaksen) hjá Oluffu, sum var eitt systkinabarn teirra, og sum gjørdist 80 seinasta ár. Tær hava allar hildið nógv saman í Havn, og tær eru eitt gott fyridømi fyri einum góðum samband millum ættarfólk.
Hóast tær hava búð í Havn í meira enn hálva øld, rokna vit tær framvegis sum gøtufólk. Men tær, teirra menn og eisini børn hava eisini verið við at seta sítt merki á Havnina, og á Føroyar fyri alt tað, á ymiskan hátt.
Petra er dóttir Suffíu og Jóan Elias Gregersen í Syðrugøtu. Suffía var dóttir Kunoyar Jóhonnu og Poul Kristoffur Poulsen. Jóan Elias var sonur Petru og Óla Gregersen. Øll megnarfólk, sum framvegis liva í manna minni í Gøtu.
Petra, omman, var eisini ein serlig megnarkvinna. Í hesum javnstøðutíðum kann verða nevnt, at tá ið Gregersenættin hevði eina samkomu fyri nøkrum árum síðani, fanst eingin mynd av ommuni!
Petra er elst av systkjunum. Hini eru Pól, Ólavur, Kjartan, Guðrun, Arnbjørg og Elsa. Allir beiggjarnir og systirin Guðrun eru deyð.
Jóan Elias var handilsmaðurin í Syðrugøtu í ártíggir. Hann hevði eitt so stórt úrvæl av øllum møguligum vørum, at fólk komu eisini úr Norðragøtu at keypa, hóast har eisini var stórur handil. Hann keypti fisk, sum handlar tá í tíðini, og hann hevði sera gott orð á sær millum fólk í bygdini. Men tað var ikki bara lætt at handla. Ofta skuldi ”skrivast”, tí peningur var ikki nógvur millum fólk.
Suffía var kend fyri sína tøting. Hon byrjaði longu í 1937 at skipað fyri binding av skipstroyggjum. Konurnar fingu tógv, so bundu tær og vórðu goldnar fyri hvørja troyggju. Lutvíst gekk bindingin fyri seg í kjallaranum hjá teimum og lutvíst heima við hús hjá teimum sum bundu. Henda vinnan er komin væl við sum eyka inntøka hjá mongum kvinnum. Hetta var eisini byrjanin til Tøtingarvirkið.
Suffía var eisini á øðrum økjum framman fyri sína tíð. Petra er nevniliga fyrsta barn í Gøtu, sum er koyrt í barnavogni! Petra, systkinabarnið í Horni í Havn, minnist enn hvussu errin hon var, tá ið hon sum smágenta slapp at koyra Petru í barnavogni gjøgnum bygdina.
Dramatikkur
Petra minnist dramatiskar hendingar frá sínum barndómi. Ein var meslingagrindin í 1935, sum førdi til eina sótt, tá ið nógv fólk doyði í Gøtu og eisini um alt landið. Heima hjá teimum løgdust øll og fleiri teirra gjørdust sera ring. Serliga vóru Suffía og synirnir Pól og Ólavur illa fyri. Tá ið ringast stóð til, fekk Jóan Elias at vita, at hann kundi rokna við trimum líkum dagin eftir. So galið gekk kortini ikki, og tey komu øll undan tá.
So nógv lógu sjúk, at tað kom ein sjúkrasystir til Gøtu at hjálpa teimum sjúku. Hon mátti fortelja fólki, at tey máttu ikki leggja dýnur í fleirtali oman á sjúklingarnar. Fólk tá hildu hetta vera grøðing. Men tað gjørdi bert ilt verri.
Til Havnar í realskúla
Í 1938 fer Petra til Havnar at ganga í realskúla. Tey vóru 12 næmingar. Tveir av teimum vóru Demmus Hentze og Eyðun Vinther. Í 1 g. gekk Niels Juul hjá Bil-Óla, og tað var nokk so skjótt, at tað gjørdist væl millum tey bæði.
Petra búði hjá John Davidsen. Suffía og kona hansara Katrina kendust sera væl. Ætlanin var annars, at Petra skuldi búgva hjá nonnunum. Tá ið Katrina frætti hetta, segði hon korta nei. Hon skuldi koma til teirra.
Tá í tíðini var einki sum æt at fara heim í vikuskiftum. Tað slapst heim summar-, jóla- og páskaferiur. Skuldi ringjast heim, mátti sitast á telefonstøðini kanska upp til ein heilan dag at bíða eftir sambandi.
Petra var liðug við realskúlan í juni 1940. Tá fór hon norður til Gøtu og var í handlinum hjá pápanum. Vildi Niels Juul síggja gentuna, mátti hann taka rutubát og bil til Gøtu, og tað gjørdi hann ofta.
Í 1944 hendi ein skakandi hending á Gøtuvík. Ein bátur gekk burtur við trimum monnum, og abbi Petru, Poul Kristoffur, var ein teirra. Hetta var ein dyggur smeitur at fáa hjá teimum øllum. Tey frættu hetta dagin eftir, at Petra og hennara foreldur høvdu verið í silvurbrúðleyp hjá verforeldrunum hjá Petru. Tey vóru enn í Havn, tá ið tey fingu feigdarboðini.
Petra var í Gøtu, tá ið minan brast í Syðrugøtu, tá ið stórur skaði hendi, og tá ið týska flogfarið datt niður á Gøtuvík. Niels Juul hevur havt góða keldu til sínar frásagnir um hesar hendingar.
Petra og Niels Juul giftust 24. november 1945. Tey leigaðu hús, meðan tey bygdu húsini á Tinghúsvegnum, har Petra enn býr. Hon heldur ikki bert húsið, men eisini ein vakran urtagarð.
Tey fingu børnini Jórun, Jógvan, Ólavur, Suffíu og Magna.
Tað var ikki lætt at fáa børn beint eftir kríggið, tá ið trot var á nógvum vørum. Millum annað var tað ringt at fáa blæður. Men her var Petra so heppin, at skyldkonan Magnhild búði í Íslandi, og Petra fekk hana at útvega sær flonell til blæður. Tað var heldur ikki lætt at fáa stoff til brúðarkjola. Hetta útvegaði beiggin Pól, eisini úr Íslandi, har hann var staddur tá. Men slørið mátti hon læna frá Monu hjá Poul Amaljari, sum var gift beint frammanundan.
Tá í tíðini var tað nærum skomm hjá monnum at hava konur, sum arbeiddu úti. Men tá ið kreppan var í 50-unum, og tað stóð á hjá teimum flestu, fór Petra at læra maskinskriving hjá frøken Rosenberg. Eftir hetta hevði hon í styttri tíðarskeið arbeiði hjá ríkisumboðnum, landsstýrinum, útvarpinum, matrikulstovuni og Sjóvinnubankanum.
Men í 1966 fær hon arbeiði á bispaskrivstovuni, og her arbeiddi hon til hon fór frá fyri aldur. Hetta var hálvtíðararbeiði og hóskaði hetta væl til passing av børnunum. Petra hevur arbeitt fyri allar tríggjar bisparnar Jákup Joensen, Eivind Vilhelm og Hans Jakku Joensen í tilsamans 26 ár. Teir vóru allir góðir at arbeiða fyri.
Vit bæði kennast sum gøtufólk í Havn, og kenni eg Petru sum eitt framúr skilafólk. Hon var mangan góð at heita á í samband við FF-blaðið. Hon veit so sera nógv og dugur eisini væl at greiða frá. Hon er eitt fróðarfólk, og hon hevur verið Niels Juul ein góður stuðul í hansara søguskriving. Vónandi fer at liggja fyri at fáa meira frá henni seinni.
Røsk hevur hon allar dagar verið. Ófør at binda er hon, og hetta kemur sum skilst ikki frá fremmandum! Hon er komin nógv í Tilhaldið, har hon eisini hevur verið við í fimleikinum.
Sum sagt fingu tey bæði fimm børn. Ommubørnini eru 13 og langommubørnini 11 í tali, og hevur hon nógva umsorgan fyri teimum eisini. Onkur teirra var eisini á gátt hendan dagin, vit vóru inni á gólvinum.
Føðingardagurin verður hildin saman við børnunum og teirra børnum.
Ynskt verður Petru hjartaliga tillukku við hesum stóra degi, sum hon ber so væl.
ó.









