Petsi strálaði í regninum

Petsi Tvørfoss endaði á einum fimta plássi til danska Melodi Grand Prixið leygarkvøldið. Hon hevði allan salin við sínar føtur tá hon framførdi, og hon stóð seg eisini meistarliga væl

Atletion, Århus: Sjálvt um veðrið ikki var av tí allarbesta við regni og vindi uttanfyri, so varð lagt varð upp til tað heilt stóra brakið, tá Dansk Melodi Grand Prix 2004 skuldi í luftina leygarkvøldið. Stóra ítróttarhúsið í Århus varð umskapað til ein konsertsal við plássum til yvir 4000 fólk. Og seinastu góðu vikuna hevur verið arbeitt hart fyri at fáa alt at ganga upp í eina eind.
Dansk Melodi Grand Prix er ein tann størsta fjølmiðlahendingin í Danmark, og sást tað eisini aftur á áhuganum fyri tiltakinum. Fjølmiðlar úr øllum ríkinum vóru streymaðir til stóra showið, og føroysku fjølmiðlarnir vóru eisini væl umboðaðir. Hetta helst ikki uttan orsøk.
Tveir vælupplagdir vertir, Peter Mygind og Natasja Crone, gjørdu eisini sítt til, at bæði áhoyrararnir í salinum og hyggjarnir heima við hús fingu nakað fyri pengarnar.
Gekk væl
Fyri at stápla eitt slíkt show uppá beinini skulu nógvar kreftir til, og tíðarætlanin skal halda. Tað gekk eisini væl við teimum 10 framførslunum, sum vóru á pallinum.
Kaare Thøgersen hevði fingið heiðurin at vera tann fyrsti á pallinum. Hann framførdi lagið "Lykkelig i nat", sum Mette Mathiesen hevur skrivað. Ein ungur maður við røddini á rætta staðnum. Men tað gjørdist skjótt greitt, at kappingin um eitt pláss millum fimm tey bestu var rættiliga hørð.
Grannar
Tá Pætur við Keldu var við til Melodi Grand Prix fyri tveimum árum síðani var næsta duoin eisini við. Talan er um Neighbours, mannað av Helge Engelbreht og Tommy Rasmussen. Teirra lag hevði fingið heitið ?Solens Sang", sum var ein blandingur av melodiøsum popptónleiki og flúgvandi trummurútmum. Sangurin minti ikki sørt um ein Lion King klassikara, og við teimum fýra percussion spælarunum vunnu grannarnir sær eisini eitt uppiborið pláss í finaluni.
Og tá tað nú regnaði uttanfyri, so tað kann sigast vera ógvuliga apropos, tá løtan kom tá Petsi Tvørfoss skuldi á pallin. Við lagnum hjá Niels Drevsholt "Mest når det er regn" hevði Petsi fingið torføru uppgávuna at prógva, at hon hoyrdi heima ímillum fimm tey bestu. Í einum gullittum kjóla, trein Petsi róliga á pallin. Har var ikki nógv hóvasták gjørt burturúr, og hon var heilt sín egin. Lagið, sum hon framførdi, kann ikki sigast vera annað enn ein Grand Prix klassikari, og framførsluni kom unga gøtugentan eisini avbera væl frá. Sangurin legði ikki upp til tey heilt stóru dansifetini, og hóskaði róliga upptraðkanin hjá Petsi væl til stilla og vakra lagið.
Fleiri føroyingar høvdu leitað sær til Århus júst fyri at síggja Petsi framføra, og ein stórur partur var eisini familja. Og tá Petsi var á pallinum kom rættiligt lív í føroysku fløggini.
"Lonnie, kom nu hjem" var heitið á fjórða lagnum. Ein ungur maður, Mathias Kryger, framførdi lagið hjá Henrik Askou og Regin Fuhlendorf. Hann kom væl frá síni framførslu, men onkursvegna, so hevði lagið ikki tann rætta grand-prix klangin, og tískil kom hann ikki víðari í finaluna.
Lív í
Tvey tey næstu løgini á skránni vóru meira lívlig enn tey undanfarnu. Talan var um "For jeg kan li´ dig" framført av Claes Wegener og "Stjerner blinker i dit navn", sum Jan Klausen framførdi.
Hesir báðir sangirnir høvdu eitt sindur meira av futti í enn teir undanfarnu, og vóru kanska eitt sindur øðrvísi enn tey grand prix løgini vit kenna til frammanundan.
"Prinsesse" er nakað, sum tú kallar tína útkárnu, søgdu Zididada verða grundgevingina fyri heitinum á teirra lagið. Popp-duoin við Jimmy Colding og Danny Linde var frammanundan útnevnd til ein av teimum stóru favorittunum. Og at framføra dugdu menninir eisini. At teir hava seks ár á baki sum tónleikarar sást aftur í teirra upptraðkan. Forsangarin, Jimmy Colding, reyk niður av pallinum og yvir til borgarstjóran í Århus, Louise Gade, og sang, og líka skjótur var hann aftur uppi á pallinum. Og um borgarstjórin hevur verið ein av teimum, sum hevur sent sína atkvøðu til Zididada er ilt at meta um, men teir vunnu sær so eitt pláss í finaluni.
Hon framførdi í brúðarkjólanum. Hetta vísti seg at vera tað, sum var mest spennandi við triðseinasta solistinum leygarkvøldið. Nanna Larsen framførdi sítt egna lag, "Kys mig engang til". Men brúðarkjólin var ikki nóg mikið til at tryggja sær eitt pláss í sólini, og tískil sat Nanna Larsen millum tey fimm, sum ikki sluppu víðari.
Favoritturin
Næstseinasti sangurin á skránni var "Hvorend du går", sum Ditlev skuldi framføra. Lagið er skrivað av Søren Poppe, sum fyri fáum árum síðani sjálvur vann Dansk Melodi Grand Prix við bólkinum Rollo og King, og sum endaði á einum øðrum plássi til altjóða Melodi Grand Prix. Ditlev var frammanundan skýrdur at vera favorittur at vinna, og veddingarfyritøkur góvu lítið av peningi aftur um hann hevði vunnið. Men so var ikki. Hann stóð tryggur á pallinum, og tann íoyrafallandi, melidiøsi popptónleikurin svingaði væl. Nóg væl til eitt pláss í finaluni. Men so heldur ikki meira enn tað.
Longu til aðalroyndina gjørdist tað greitt, at sangur nummar 10 var tað heilt stóra yvirraskilsið til showið leygarkvøldið. 29 ára gamli Tomas Thordarson sang lagið "Sig det´ løgn" hjá Ivar Lind Greiner. Tær eksotisku latinorútmurnar fyltu salin, og tann sjarmerandi Tomas hevði salin í síni hond. Og aftaná framførsluna var tað heilt greitt. 4000 fólk fara ikki skeiv, og lógvabrestirnir vóru so nógvir, at so at siga ongin ivi var um, hvussu kvøldið fór at enda.
Men síðsta orðið var tó ikki sagt enn. Fimm finalistar skuldu fyrst finnast. Petsi endaði sum kunnugt millum fimm tey bestu, og enn einaferð kom hon meistarliga frá síni framførslu.
Hinir fýra sangirnir vóru sangur nummar tvey, sjey, níggju og tíggju.
Det´ ik´ løgn
Tað var danska fólkið, ið skuldi kjósa vinnaran við telefon- og smsatkvøðum. Meðan talt varð saman millum finaluna og til sjálva finaluna hevði DR fingið nøkur garvað tónleikafólk at framføra. Svenska jazzsangarinnan, Lisa Ekdahl, var tann fyrsta á pallinum av hesum. Hon framførdi eitt lag, og síðani kom eitt nýtt danskt stjørnuskot, Alex.
Tá talt varð upp til finaluna var tað århusianski bólkurin, sum eisini hevur verið á vitjan í Føroyum, Michael Learns to Rock, ið skuldi halda áhoyrararnar heitar.
Atkvøðugreiðslan vísti seg fyri Petsi at gerast eitt slag av endurtøku frá 2002 tá Pætur við Keldu var við. Tá atkvøðurnar vórðu taldar upp hevði Petsi fingið 26 stig, og gjørdist hetta til eitt fimta pláss. Men at enda millum finalistarnar má sigast vera eitt megnaravrik í sær sjálvum í eini so harðari kapping.
Eisini fyri grannarnar gjørdist hetta eitt slag av deja vu. Teir endaðu á øðrum plássi, júst sum fyri tveimum árum síðani.
Fólkið hevði talað, og tey góvu Tomas Thordarsyni toppkarakter. Hann fekk 60 stig tilsamans. 12 stig frá øllum teimum fimm økjunum, og sigurin var komin í hús.
Vinnarin fær heiðurin at umboða Danmark til innleiðandi kappingina til altjóða Melodi Grand Prix, sum verður í Turkalandi 12. mai. Sjálv finalan verður 15. mai.
Hvussu er ella ikki, so megnaði Petsi í øllum regninum at syngja seg inn í fleiri hjørtu við síni framførslu. Og ongin ivi er um, at torføru uppgávuna megnaði hon at loysa sum einki.