Peter Jacob Hansen var føddur á Glyvrum 28.3 1850. Hann var snikkari og hann doyði 9.8. 1890. Kona hansara var Kristina Simonsen sum var av Selatrað.
Tey giftust 19.9. 1880 og fingu fimm børn. Ein dóttir, Christiane, giftist við Niels Holm, sum fyrr er umrøddur í hesi røð, sum maðurin, ið noktaði at smíða dópskarið fyri Sloan, sum hann seinni sjálvur fór í.
Yngsti sonurin, Peter Jacob f. 28. 4. 1891, misti bæði foreldrini sum smádrongur. Hann fór ungur av landinum, og einki frættist frá honum í 50 ár.
Men ein dagin í 1963 er tað ein skyldmaður, Ingi Toftatún, sum tilvildarliga rennur seg fram á hann í havnini í Wellington í New Zealandi.
Tá kom samband aftur við ættina í Føroyum. Tað var brævaskifti fram til 1966, tá ið Peter Jacob doyði.
Hann átti ein son, sum kallaðist Bernhard, og sum eina ferð vitjaði í Føroyum. Bernhard átti fleiri børn. Samband er við Peter, uppkallaður eftir abbanum. Hann hevur útvegað tilfar og myndir til hesa grein. Henda ætt eru einastu eftirkomarar hjá glyvrasnikkaranum.
Í 1995 fær ein skyldmaður, Niels Pauli Djurholm, eitt tjúkkan brævbjálva. Inni í er ein metaldós. Tá er hetta urnan við øskuni av Peter Jacob. Sonurin helt, at tað kundi verið hóskandi, um pápin slapp at fáa sítt seinasta hvíldarstað í Føroyum.
Tann 5. september 1995 varð urnan sett nærindis grøvina hjá fastur síni, Elsebeth Kristine, kona Johan Simonsen í Hoyvík.
Lívið hjá Peter Jacob
Hesar endurminningar hjá Peter Jacob vóru skrivaðar av Bernhard Robert Hansen, sum doyði 80 ára gamal í mars 2002.
Hann skrivaði hetta til son sín Peter James Hansen, sum hevði ynskt at fáa nakað at vita um abba sín. Bernhard greiðir frá:
Pápi var føddur 25. apríl 1891. Bæði foreldrini doyðu, tá ið hann var lítil. Pápi kom at vaksa upp hjá postmeistaranum C.C. Danielsen. Sum drongur setti hann seg ímóti at fara í kirkju, nógvir føroyingar eru sera religiøsir, lutheranar.
Peter Jacob minnist sum drongur at hava havt eitt heimalamb. Heimalomb vóru nýtt til at eta grasið á takinum. Pápi plagdi eisini at spæla við kanónirnar á skansanum.
Pápi arbeiddi á posthúsinum í Havn sum ungur drongur. Eina Mohr var telefondama. Ein dagin blakaði pápi ein vátan svamp eftir Einu men rakti postmeistaran sjálvan, sum rópti: “Hvør blakaði svampin?” Eingin gjørdi vart við seg.
Peter Jacob mátti ganga við posti yvir fjøll. Tá ið tað kavaði mátti hann fylgja varðum.
Av landinum
Pápi varð sendur til Danmarkar at arbeiða á posthúsi í Keypmannahavn. Her hitti hann Knud Lambaa. Teir avgjørdu at fara til sjós. Frá umleið 1910 sigldi hann kring heimin við træskipum. Eitt av skipunum, hann var við, var hildið at vera burturgingið, men kom tó aftur í aftur.
Teir ringastu túrirnir vóru, tá ið farið varð til Suðuramerika við guano. Lukturin var ræðuligur alla tíðina.
Í USA fekk pápi ávaring frá politisti, tí hann hevði latið einum nekara sítt sitipláss í einum bussi.
Til New Zealand
Í 1917 kom pápi til New Zealand, har hann bleiv verandi, og hann kom ikki aftur til Føroya.
Hetta var undir fyrra veraldarbardagi. Tá pápi varð roknaður fyri at vera dani, mátti hann møta upp á politistøðini hvørja viku at skráseta seg. Hetta østi hann alt lívið.
Pápi vónaði at kunna nýta sín málkunnleika, tí hann tosaðu umframt tey størru norrønu málini eisini týskt og spanskt. Men hetta bar so ikki til. Hann kom alt lívið at arbeiða í havnum og umborð á skipum.
Undir stóru kreppuni í 30-unum vóru nógv skip uppløgd runt í New Zealandi. Pápi hevði arbeiði umborð á einum kolaskipi, sum var lagt upp í Westport. Í 1929 var jarðskjálvti, og sjógvurin fjaraði ógvusliga. Hann fekk tá ein slitnaðan weir um beinið og fekk mein fyri lívið.
Undir kreppuni arbeiddi pápi eisini á einum heimi fyri illa stødd og fekst við urtagarðsarbeiði. Her kom ikki nógv burtur úr, tí jørðin var so vánalig.
Pápi gjørdist vinur við ein, sum koyrdi mjólk út, og hann kom at koyra hjá honum. Teir koyrdu í landbúnaðarøkjum við vørum, men hetta gekk ikki væl. Pápi sat eftir við skuld og óseldari vøru.
Pápi var ein góður kortspælari, drakk ikki, men roykti illa. Roykti sterkasta tubbakið og skráaði eisini.
Pápi var sera ruddiligur, sum ikki nógvir sjómenn eru.
Í 1920 hevði pápi ein Model T Ford vøruvogn. Eg helt tað vera sera keðiligt. Hægsta ferðin var 25 miles (40 km).
Eina ferð bjargaði pápi lívinum á kolasølumanninum í okkara gøtu. Hann tók eitur.
Errin av at vera uppvaksin í Føroyum
Pápi mín lærdi meg danskar sangir. Hann var annars errin av at vera uppvaksin í Føroyum.
Í 1923 fluttu vit til Australia. Men her trivust vit ikki so væl og fluttu aftur til New Zealand.
Eina ferð var pápi við einum tangaskipi Otrkaia. Áleiðis til San Pedro gjørdist hann sjúkur og endaði á sjúkrahúsinum á staðnum. Tá hann kom nakað fyri seg, virkaði hann sum tulkur á sjúkrahúsinum. Tá gjørdi hann tað, sum hann altíð ynskti at gera.
Tá skipið kom til Wellington, har vit búðu, fóru vit ímóti honum, men tá var hann ikki umborð. Tá hevði mamma eingi boð fingið um, at hann var innlagdur.
Pápi var sera politiskur, altíð í parti við arbeiðsmanninum. Honum dámdi væl kappríðing. Hann keypti allar bøkur um ross og las tær gjølla.
Hann arbeiddi eisini á skipasmiðjuni í Wellington sum spælmaður. Hann var einaferð raktur av einum umfatandi verkbanni, sum vardi í 151 dagar. Tað gekk sera harðliga til.
Í 50-unum keyptu míni foreldur eini hús í Paremata. Tey vóru sera errin av teirra fyrsta húsi. Pápi gjørdi nógv burtur úr at halda alt viðlíka.
Beiggi mín Don búði eisini í Paramata, har hann arbeiddi á eini verksmiðju.
Eg havi stóra virðing fyri pápa mínum, sum ofta hevði eitt hart og trupult lív.
Komandi partur verður um Jacobinu, systir Thorstein Petersen, sum doyði í 1901 bert viku gomul