Peter var stjóri í Norðurlandahúsinum tíðarskeiðið 1. apríl 1994 - 31.mars 1999.
Hann var ein ótraditionellur, gávuríkur, kensluborin og stak livandi persónur. Líka so blíður og skemtingarsamur, líka so bersøgin kundi hann eisini vera.
Sanniliga hava vit nógv minni um Peter. Hann hevði ikki verið stjóri í Norðurlandahúsinum í meiri enn einar 2 mánaðir, tá ið hann megnaði at halda fyrstu røðuna á føroyskum. Hann var eitt rættuligt málgeni og tosaði umframt móðurmálið týskt, enskt, spanskt, danskt og føroyskt.
Tá Peter var útnevndur til stjóra í síni tíð, og áðrenn hann flutti til Føroya, kom hann í Norðurlandahúsið á stutta vitjan. Hann helt talu og kom við nøkrum hugleiðingum um, hvat hann ætlaði at leggja dent á, og tosaði hann eitt nú um livandi ljóð í náttúruni og um ungdómstiltøk. Tað tóktist, sum at komandi stjórin líkasum var á eini heilt aðrari planet enn vit onnur, men hugleiðingarnar vórðu seinni til tiltøk - við góðari undirtøku. Peter var eitt "finn-upp-á" menniskja.
Hvørja ferð vit tosa um sangleikin Skeyk, Fyrstu føroysku symfoniina hjá Sunleif Rasmussen og Prix Føroyar, kemur tú at hugsa um Peter.
Peter var ein sera góður sjónleikari, frásøgumaður og sangari. Onkuntíð, tá fólk roknaðu við eini rimmar talu, so fór Peter upp á at syngja í staðin.
Sum fyrr nevnt, var Peter frásøgumaður sum fáur. Søgurnar um Wille, Annti og Pekka fara vit so ikki at hoyra frá Peter aftur, og nú jólini standa fyri durum, nyttar einki at ringja til Peter og ynskja gleðilig jól. Vit minnast automatiska telefonsvararan hjá Peter: "Ni har kommit til den automatiska Julpeter - jag är inte inne just nu, men vänligen tala in et besked".
Peter góði, takk fyri góð minnir. Spell, at tú ikki fekk nógv, nógv ár aftrat saman við børnunum hjá tær, og spell, at tú ikki náddi at blíva abbi.
Friður veri við minninum um Peter Turtschaninoff
Vit í Norðurlandahúsinum










