og á undanfarnum ESE-messum eri eg ofta spurdur um, hvat vit so hava at vísa á í staðin. Men eg havi ikki havt nakað ítøkiligt at víst teimum. Tað hava vit nú við hesum filminum, sigur Jens Christian [...] Tað sigur stjórin á Fiskamarknaði Føroya, Jens Christian Olsen, ið hevur tikið stig til at gera filmin um føroyska fiskivinnu. - Tað er jú sera avmarkað við formligum altjóða góðkenningum sum til dømis [...] í enskari, týskari, spanskari, italskari, franskari og kinesiskari útgávu. Føroyska útgávan væntast at verða liðug í næstum. Umframt høvuðsfilmin, sum er umleið 20 minuttir til longdar, eru tvær styttri
Orsøkin kann vera, at borgarar ikki hava postkassa, navn á postkassanum ella hava latið vera við at boða Landsfólkayvirlitinum frá, at tey hava flutt bústað. Tí vil eg mæla øllum til at fáa hesi viðurskifti
í fjør, umleið 45.000 tons. Felagið hevur ta strategi, at millum 40 og 50 prosent av laksinum skal seljast við langtíðarsáttmálum. Hetta fyri at verja seg móti stóru sveiggjunum í laksaprísinum á heim [...] Bakkafrost soleiðis 71 prosent av samlaðu tøkuni av laksi í Føroyum. Tað skal síggjasts í ljósinum av, at ein triðingur av øllum útflutninginum hjá føroyska samfelagnum í fjør var laksur. Síðstu árini hevur [...] fjør fóru góð 16 prosent av laksinum hjá Bakkafrost á kinesiska marknaðin. Í ár roknar Bakkafrost við at gera íløgur fyri 170 milliónir krónur. Aðalfundur í Bakkafrost er seinnapartin ídag.
íleggjarum. Eisini starvsfólkini í Bakkafrost merkja ágóðan av, at tað gongur væl í fyritøkuni. Fyrr í mánaðinum gjørdi Bakkafrost av, at øll starvsfólk í fyritøkuni skulu fáa bonus fyri 2012. Starvsfólkini [...] smílandi partaeigarar, ið seinnapartin savnast til aðalfund hjá Bakkafrost. Har fer stóra alifyritøkan at taka saman um eitt roknskaparár, ið vísti 281 milliónir krónur í yvirskoti eftir skatt. Og góða úrslitið [...] 2012 kastar eisini væl av sær til partaeigararnar. Undan aðalfundinum skjýtur nevndin í Bakkafrost upp at rinda eigarunum tilsamans 97,7 milliónir krónur í vinningsbýti. Tað svarar til tvær krónur fyri hvørt
Amerikanski forsetin, Barack Obama, hevur í kvøld lovað, at tey, ið hava framt bumbuatgerðirnar í amerikanska býnum, Boston, skulu finnast og revsast hart. Men hann vildi ikki geva nøkrum skyldina, tí [...] enn: Vit vita framvegis ikki, hvør hevur gjørt hetta og hví. Og fólk mugu endiliga ikki skunda sær at gera niðurstøður, áðrenn vit til fulnar vita, hvat er hent, segði forsetin á einum tíðindafundi. Hendingin [...] og vanliga er nógv fólk savnað nærhendis málinum, har bumburnar brustu. Framvegis verður sagt frá, at tvey fólk eru deyð, men avísin, Boston Globe, sigur meira enn 100 fólk verða flutt á sjúkrahús. Bumburnar
eitt sindur at vita um hvat rørist í Føroyum eisini. Dávur Winther hevur verið formaður fyri stýrinum í tvey ár og er annars við í einum setanarbólki, sum í hesi løtu leggur síðstu hond á at seta nýggjan [...] Christianskirkjuna. Týsdagin var stýrisfundur í Norðurlandahúsinum allan dagin, men vóru tó eisini stundir at hitta landsstýrismannin í Mentamálum, Bjørn Kalsø og Martin Næs, deildarstjóra. Í dag hevur verið vitjað [...] stjóri Åsa Juslin eftir sjey árum nú fer í annað starv. Fleiri myndir síggjast í myndasavninum VIÐ AT TRÝSTA HER
Klokkan 21 vóru fyrstu tónarnir at hoyra í Badmintonhøllini í Klaksvík, har tað í kvøld er útgávukonsert. Tað er Kvartettin í Betesda, sum hevur bjóðað til konsert í sambandi við, at teir geva fløgu út. Tað eru [...] undan konsertini. Tað ber til at hoyra konsertina á netinum. Tað syrgir lokala útvarpsstøðin hjá Regini Olsen og Victori Dánjalsson, Starabúrið, fyri. Á netinum ber til at hoyra konsertina á stream.fo.
n um sína framtíð, eftir at politisk avgerð varð tikin um at avtaka Innlendismálaráðið. Tí sum tænastumaður hevur nú fyrrverandi aðalstjórin rætt til løn í trý ár, um so er at honum ikki stendur í boði [...] váttar Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, sum hevur gjørt avtaluna við Rúna Joensen. Tað merkir, at lønin hjá Rúna Joensen eisini framhaldandi verður 58.325 krónur um mánaðin. Les eisini: Rúni verður
málskjútti. Zlatan Ibrahimovic verður roknaður at teljast millum størstu stjørnurnar á franska liðnum. Í kvøld megnaði svenski landsliðsspælarin ikki at vera millum málskjúttarnar. Smáar tíggju minuttir [...] Piraeus. Franska liðið vann 4-1 og var eirindarleyst, hóast heimaliðið svaraði aftur seks minuttir eftir, at Edinson Cavani hevði lagt franska liðið framum í 19. minutti. Miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraðu gestirnir [...] Hin dysturin í bólki C var millum portugisiska Benfica og belgiska Anderlecht, sum hava tað í felag, at tey í europeiskum høpi áður hava staðið seg betri, enn tey hava megnað seinastu árini. Í kvøld var
hevur fingist við smælri tónleikagreinir enn eitt nú Eivør, Lena og Guðrið Hansdóttir, fyri at nevna nakrar. Hygg at myndum frá Vetrarjazzinum her [...] tangentum og Anders Jormin á kontrabassi. Skráin var eitt bland av føroyskum løgum, í teirri merking, at antin lag ella tekstur vóru skrivaði av føroyingum. Konsertin var serstakliga hugnalig, har hæddarpunktið [...] vakri "Havnin", ið pápi Unn hevði skriva orðini til. Men eisini "Álvagentan" av fløguni "Run" vísti, at Unn er sera sterk, tá tað kemur til tað vakra og inniliga. Unn er ein framúr songkvinna, ið ofta hevur