Klokkan 21 vóru fyrstu tónarnir at hoyra í Badmintonhøllini í Klaksvík, har tað í kvøld er útgávukonsert.
Tað er Kvartettin í Betesda, sum hevur bjóðað til konsert í sambandi við, at teir geva fløgu út. Tað eru eini túsund fólk ella fleiri enn so møtt upp í Klaksvík í kvøld, og ferðslan undir Leirvíksfirði hevur verið tøtt í tímunum undan konsertini.
Tað ber til at hoyra konsertina á netinum. Tað syrgir lokala útvarpsstøðin hjá Regini Olsen og Victori Dánjalsson, Starabúrið, fyri. Á netinum ber til at hoyra konsertina á stream.fo.
Kvartettin í Betesda hevur sungið í 45 ár. Teir, sum syngja, eru Árni Jacobsen, Steinbjørn O. Jacobsen, Oddmar Marsten, Sámal Johannesen og Gerhard Tróndheim.
Fløgan, sum verður løgd fram í kvøld, varð upptikin í Nashville tíðliga í heyst. Onkrir av sangunum í kvøld verða sungnir saman við tónleikinum, ið var upptikin í USA. Í øðrum førum verður sungið saman við orkstrinum, sum er á pallinum í kvøld. Teir, sum mannað orkestrið, eru Jógvan Mortensen, Eyðun Jacobsen, Pætur Gerðalíð, Erland Frederiksberg, Leivur Vitalis og Beddi Hansen.
Umframt Kvartettina luttekur sangbólkurin Samar av Skálafjørðinum við Eyðuni Jacobsen sum oddamanni á konsertini í kvøld.