Amerikanski forsetin, Barack Obama, hevur í kvøld lovað, at tey, ið hava framt bumbuatgerðirnar í amerikanska býnum, Boston, skulu finnast og revsast hart. Men hann vildi ikki geva nøkrum skyldina, tí tað er ov tíðliga enn:
Vit vita framvegis ikki, hvør hevur gjørt hetta og hví. Og fólk mugu endiliga ikki skunda sær at gera niðurstøður, áðrenn vit til fulnar vita, hvat er hent, segði forsetin á einum tíðindafundi.
Hendingin fór fram seinnapartin lokala tíð, júst tá fleiri av teimum yvir 27.000 rennarunum í 117. útgávuni av Boston Marathon komu á mál. Henda kapprenning er ein fólkaveitsla burturav og vanliga er nógv fólk savnað nærhendis málinum, har bumburnar brustu.
Framvegis verður sagt frá, at tvey fólk eru deyð, men avísin, Boston Globe, sigur meira enn 100 fólk verða flutt á sjúkrahús. Bumburnar lógu í pappírskurvum og brustu, meðan rennarar framvegis komu á mál.
Ikki er greitt, um nakrir føroyskir rennarar eru við í Boston, men fleiri ferðir hav føroyingar runnið í júst hesi kappingini. Fleiri norðurlendingar eru við í ár, men einki er frætt frá, at nakar úr Danmark, Svøríki ella Norra hevur fingið skaða.