Bakkafrost eigur 71 prosent av laksinum

Mongu uppkeypini síðstu árini hava gjørt Bakkafrost til nógv tann stórsta aktørin í føroysku alivinnuni, sum sama tíðarskeið hevur vaksið seg til eina rættuliga stóra vinnugrein.

Í fjør átti Bakkafrost soleiðis 71 prosent av samlaðu tøkuni av laksi í Føroyum. Tað skal síggjasts í ljósinum av, at ein triðingur av øllum útflutninginum hjá føroyska samfelagnum í fjør var laksur.

Síðstu árini hevur Bakkafrost yvirtikið Vestlax, og síðani Havsbrún við øllum teirra virksemi. Harvið er Bakkafrost blivið eitt samtak, sum setir síni stóru fingramerki á føroyska samfelagið.

Bakkafrost hevur góðar vónir um útlitini fyri 2013. Fyritøkan væntar somu tøku av laksi í ár sum í fjør, umleið 45.000 tons.

Felagið hevur ta strategi, at millum 40 og 50 prosent av laksinum skal seljast við langtíðarsáttmálum. Hetta fyri at verja seg móti stóru sveiggjunum í laksaprísinum á heimsmarknaðinum.

Bakkafrost útflytir laks til Evropa og USA, men síðstu árini eru Russland og Kina blivnir týðandi marknaðir. Í fjør fóru góð 16 prosent av laksinum hjá Bakkafrost á kinesiska marknaðin.

Í ár roknar Bakkafrost við at gera íløgur fyri 170 milliónir krónur. Aðalfundur í Bakkafrost er seinnapartin ídag.