Fyrst gekk leiðin til Klaskvíkar, har tey hittu borgarstjóran, sum greiddi frá vinnu- og mentanarlívinum har og sóu eisini Christianskirkjuna.
Týsdagin var stýrisfundur í Norðurlandahúsinum allan dagin, men vóru tó eisini stundir at hitta landsstýrismannin í Mentamálum, Bjørn Kalsø og Martin Næs, deildarstjóra.
Í dag hevur verið vitjað á Müllers Pakkhúsi, har eitt barnakór sang fyri gestunum. Østrøm og Grafiska verkstaðið eins og Listaskálan saman við Guðrið Poulsen, sum greiddi frá framsýning síni har, hevur eisini verið á skránna, áðrenn borgarstjórin, Heðin Mortensen beyð til ein døgurða á miðdegi.
Síðani hevur verið vitjað á NORA og hjá Løgtingsins Umboðsmanni, so gestirnir Åsa Juslin, stjóri frá finnlandi, Henry Lindström, langtingslimur frá Álandi, Torgny Sandgren, Norðurlanda Ráðið, Johanna Lindstedt frá Svøríki, Thorunn Valdimarsdottir, Íslandi, Annette Österby, Danmark hava fingið eitt sindur at vita um hvat rørist í Føroyum eisini.
Dávur Winther hevur verið formaður fyri stýrinum í tvey ár og er annars við í einum setanarbólki, sum í hesi løtu leggur síðstu hond á at seta nýggjan stjóra í Norðurlandahúsinum á Álandi, sum helst skal byrja 1. januar komandi, tí verandi stjóri Åsa Juslin eftir sjey árum nú fer í annað starv.
Fleiri myndir síggjast í myndasavninum VIÐ AT TRÝSTA HER










