Serligur ráðgevi í vinnufelagslóg

Rúni Joensen varðveitir aðalstjóralønina, og fær tí góðar 58.000 krónur um mánaðin fyri at vera ráðgevi

Hóast Rúni Joensen ikki longur er aðalstjóri í niðurlagda Innlendismálaráðnum, so varðveitir hann lønina.

 

Rúni Joensen er fluttur yvir um túnið í Tinganesi, har Vinnumálaráðið heldur til. Har skal hann vera serligur, løgfrøðiligur ráðgevi hjá landsstýrismanninum.

 

Í fyrstu atløgu verður tað vinnufelagslóggávan, sum verður høvuðs ábyrgdarøki hjá serliga ráðgevanum.

 

Rúni Joensen hevði eina góða sak, tá hann skuldi samráðast við løgmansstjóran um sína framtíð, eftir at politisk avgerð varð tikin um at avtaka Innlendismálaráðið. Tí sum tænastumaður hevur nú fyrrverandi aðalstjórin rætt til løn í trý ár, um so er at honum ikki stendur í boði eitt starv við somu tign.

 

Avtalan bleiv sum nevnt eitt starv sum serligur ráðgevi.

 

Rúni Joensen verður framhaldandi løntur sum aðalstjóri, tað vil siga sum ein tænastumaður í 39. lønarflokki. Tað gevur honum eina mánaðarløn á 53.326 krónur.

 

Harumframt fáa aðalstjórar eina serliga ”aðalstjóraviðbót”, sum er 4.999 krónur um mánaðin.

 

Hóast Rúni Joensen ikki er aðalstjóri meira, so varðveitir hann aðalstjóraviðbótina í trý ár. Tað váttar Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, sum hevur gjørt avtaluna við Rúna Joensen.

 

Tað merkir, at lønin hjá Rúna Joensen eisini framhaldandi verður 58.325 krónur um mánaðin.

 

Les eisini:

 

Rúni verður ráðgevi