Zlatan var púra eiðasørur

Motta var tvífaldur málskjútti, tá ið Paris Saint Germain vann 4-1 í Grikkalandi

Paris Saint Germain hevur stórar ætlanir, og í fyrsta umfarinum í ársins europeisku meistarakapping gekk tað sum smurt. Franska liðið spældi í kvøld á útivølli ímóti grikska og fíggjarliga illa sperda Olympiakos, sum eigur heimavøll á Georgios Karaiskakis Stadium í Piraeus.

Franska liðið vann 4-1 og var eirindarleyst, hóast heimaliðið svaraði aftur seks minuttir eftir, at Edinson Cavani hevði lagt franska liðið framum í 19. minutti. Miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraðu gestirnir tvær ferðir. Í báðum førm var tað Thiago Motta, sum var málskjútti. Zlatan Ibrahimovic verður roknaður at teljast millum størstu stjørnurnar á franska liðnum. Í kvøld megnaði svenski landsliðsspælarin ikki at vera millum málskjúttarnar. Smáar tíggju minuttir undan leikloki fekk hann risa møguleika, men Zlatan misnýtti brotsspark.

Hin dysturin í bólki C var millum portugisiska Benfica og belgiska Anderlecht, sum hava tað í felag, at tey í europeiskum høpi áður hava staðið seg betri, enn tey hava megnað seinastu árini.

Í kvøld var tað Benfica, sum vann 2-0 á heimavølli. Longu í 4. minutti setti serbiski Filip Djuricic hol á, og tá ið hálvur tími var farin, staðfesti Luisão, 32 ára gamli veteranurin úr Brasilia, portugisiska heimasigurin.