Run við Unn Patursson legði fyri á Leygardegnum í Norðurlandahúsininum, ið má metast sum klimaksið á ársins Vetrarjazzi.
Run er samstarv millum Unn og Rógva á Rógvi, eitt samstarv, ið gongur nógv ár aftur, longu á fyrstu útgávuni hjá Unn, "Gloymska við Grape" arbeiddu tey saman. Men tað gongur enn longur aftur, tí á til dags størsta hittinum hjá Unn "Fjart í Ringrás" við Haldurs Café var Rógvi framleiðari.
Á hesari konsertinin høvdu tey frálíku Magnus Johannesen á tangentum og Anders Jormin á kontrabassi.
Skráin var eitt bland av føroyskum løgum, í teirri merking, at antin lag ella tekstur vóru skrivaði av føroyingum.
Konsertin var serstakliga hugnalig, har hæddarpunktið var tann vakri "Havnin", ið pápi Unn hevði skriva orðini til. Men eisini "Álvagentan" av fløguni "Run" vísti, at Unn er sera sterk, tá tað kemur til tað vakra og inniliga.
Unn er ein framúr songkvinna, ið ofta hevur staðið í skugganum av sínum samtíðar songsystrum. Hetta er í mínari verð fyrst og fremst innan val av genru, har Unn ofta hevur fingist við smælri tónleikagreinir enn eitt nú Eivør, Lena og Guðrið Hansdóttir, fyri at nevna nakrar.