Sjálvsagt er tað hugaligt at hoyra hjá Jákupi Mikkelsen, men tað nyttar ikki nógv, tá tað alíkavæl fara fimm mál ígjøgnum. Øll vórðu tey skotin úr stuttari fjarstøðu, eftir at teir væl uppløgdu gulu og bláu [...] aftur kappingina, og í løtuni er tað einki, sum bendir á, at Herfølge skal vinna meistaraskapin: ? Í vikuni fara vit at hava fund um støðuna. Munurin millum í heyst og nú í vár hevur verið, at í heyst skoraðu [...] verið mett at vera heilt gott summarveður, taptu 5?0 í Brøndby. ?Legestue?, róptu væl hýrdu og nógvu Brøndby áskoðararnir fram móti dystarenda. Sjálvsagt var hetta eyðmýkjandi fyri Jákup Mikkelsen at fáa oman
fyri, at Amerada Hess sær tað vera av stórum týdningi at arbeiða saman við einum føroyskum oljufelag, og tí vónar hann eisini, at boringin í bretskum øki fer at geva føroyska felagnum royndir og vitan [...] tøkniligar trupulleikar, nú tað borar í Kanada. Um tað fer at seinka boringarnar hjá Hess er óvist. Nú Hess fer at bora í bretskum øki hevur spurningurin um at brúka føroyskar vørur og tænastur verið frammi [...] frammi. Andrew Lodge sigur, at nú teir hava havt eitt sera gott samstarv við eitt føroyskt felag, Atlants Kolvetni og hann ikki ivast í, at hetta samstarvið fer at vera eins gott í bretskum øki, so sær hann
heldur, at tað er eingin møguleiki fyri, at landið fer at gera ein slíkan tunnil. Hann sigur, at hon dámar ikki tankan um at gera ein umkoyringarveg oman fyri Sandavág og Miðvág. Men hann heldur, at ein loysn [...] bygdirnar Sandavág og Miðvág. Borgarstjórin í Vága Kommunu, Eyðdis Hartman Niclasen, segði í Degi og viku, at hon helt tað vera eina ov stóra íløgu at gera ein slíkan tunnil. Hon helt eisini, at ferðslan gongur [...] bygdirnar og at trygdin er í lagi. Hon vísti eisin á, at tað er gott fyri vinnuna í bygdunum, at ferðslan er har. Henrik Old hevur ikki eina ítøkiliga ætlan um hendan tunnil. Men hann ímyndar sær, at kjakið
verða at rokna sum kendastu íslendingarnir í Mykinesi. Tað er eisini vøkur orð, sum hesar báðar genturnar hava at geva Mykinesi og mykinesmonnum. -Vit elska at vera her. Fólkið er sera fitt, og vit fáa [...] ungar gentur. Tað er lætt at halda, at her er talan um tvey ferðafólk, men heldur eru hetta tvær gentur, sum búgva og arbeiða í Mykinesi. Tær koma báðar úr Íslandi, og eru tær báðar, Hana og Inga, starvsfólk [...] Uppgávurnar hjá teimum báðum eru nógvar, og tær fáast bæði vit at gera mat, reingerð og taka sær sum heild av so at siga øllum á gistingarhúsinum. Tað er gjøgnum Nord-Job, at hesar báðar eru endaðar í Mykinesi
søgdu, at Molde fór at spæla við longum sendingum, og soleiðis varð tað. Teir søgdu eisini, at vit skuldu rokna við, at Molde spælararnir fóru at vera ógvuliga kropssterkir. Tað haldi eg ikki, at teir vóru [...] tað altíð er torført at vera í málinum, tá ið so lítið er at gera, sum tað var hóskvøldið: - Tað ræður um støðugt at liva við í spælinum og alla tíðina at vera klárur. Ímóti dystarenda høvdu teir eitt vandamikið [...] vit royndu at varðveita bóltin og flyta hann ímillum okkum, og eg haldi, at tað sum heild eydnaðist væl. Okkara lið stríddist, og eg eri sera fegin um, at tað síðstu løtuna eydnaðist okkum at leggja trýst
sigur, at tá tú hevur verið við í nøkur ár, so er tað gott at sleppa at læra nøkur nýggj ting, og her var hópin av slíkum. Somuleiðis er hann spentur at síggja, hvussu hesar venjingarnar fara at ávirka [...] talan vera um at taka stór lop, tí her hava vit fingið bæði stóran íblástur og stóra vitan. Og tann keldan fer at spríkja næstu vikurnar, nú vit halda fram vit at venja til føroyameistaraheitið og aðrar [...] upp á tað besta og vann allar tær stóru kappingarnar. Og hóast Absalon ikki sigur seg vera so áhugaðan í idolum, so viðurkennir hann, at danski badmintonspælarin uttan iva er ein fyrimynd – umframt at øll
forsíðuna og skrivar við stórum stavum, at vit eru dumpaðir. Útvarpið tosar við stjóran á Havstovuni, og hann er súrur og sigur, at bara tað, sum teir fáast við, er gott. Viberg Sørensen vísir á, at í kanningini [...] - Tað er hugstoytt, at vit hava sovorðnar lampusløkkjarar, sum einki gott og positivt duga at síggja her á landi, heldur formaðurin í Reiðarafelagnum. Í grein, hann rópar ?Ilt eyga kann einki gott sjá [...] heldur vera gull verda hjá teimum, sum skulu selja føroyskan fisk og eisini hjá teimum, sum annars skulu selja Føroyar. - Tí er tað so hugstoytt, at vit hava sovorðnar lampusløkkjarar, sum einki gott og positivt
festivalin, og alt festivaløkið osaði av country-og blues hugna. Thordis Skaalum sigur, at country-og western gøtan, sum í ár er útbygd og er enn meira hugnalig enn í fjør, kom rættiliga til sín rætt. - Tað eru [...] - Tað gekk heilt óalmindiliga væl í gjár. Her var væl av fólki, og vit vænta nógv meira fólk í kvøld, nú tað er leygarkvøld. Øll eru glað. Fólk dansa og syngja, og vit hava bara fingið góðar afturmeldingar [...] útyvir og hitarar. Bygt verður aftrat á hvørjum ári, og í ár er alt gjørt enn meira hugnaligt og western-kent. Thordis Skaalum sigur, at dagurin í gjár eisini var sera hugnaligur á tann hátt, at aftankvirra
tá tað verður ynskt. ?Tað, sum nú hendir, sigur hann, er at vit fara at royna at samskipa tað betri og menn produktið. Í fyrsta lagi við hesum faldaranum, sum lýsir møguleikarnar so sum leiðir og líkindi [...] norðmenninir eru farnir at órógvast. Kortini helt hann, at tað eigur at bera til at fáa teir hendanveg. Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráðnum, óttast ikki fyri at teir fara at oyða okkara grunnar, um teir koma [...] sigur, at hann væntar, at stuttleikafisking á sjónum kann gerast eitt gott íkast til føroysku ferðavinnuna. Møguleikarnir eru góðir fyri at fáa fremmandafólk hendanveg at halda snøri - ella helst at fara
Vinnudegnum, fer fyrilesturin at handla um tað at tora. - Eg havi lagt til merkis, at intelligensur og annað sær út til at hava minni at siga í eini suksé, enn júst tað at tora. Tað handlar um at bróta barrierur [...] greiðir eisini frá, at mann ofta sær fólk við rímiliga høgum intelligensi analysera og fokusera uppá trupulleikar, heldur enn at fara í gongd og tora at byrja sítt virksemi, og at tað kann vera eina stórur t [...] hava eitt innlegg á degnum, og at eg sleppa at halda hann um tað eg vil. Tað verður sjálvandi spennandi at tosa við so nógv vinnulívsfólk í einum, sigur Heini Zachariassen At tora er alt Tá Heini Zachariassen