Sær lovandi út men gevið tol

-Oljufeltini í bretska partinum av Atlantsmótinum goyma fleiri milliardir tunnur av olju. Schihallion og Foinaven framleiða. Latið verður upp fyri Clair. Staðfest er at henda virkna kolvetnisskipanin eisini gongur inn á føroyskt øki. Tí er grund til bjartskygni, men samstundis mugu føroyingar geva tol. Eftir boringina í juni kunnu vit fara frá spekulatiónum til verulig tíðindi. Vit síggja fram til eitt positivt úrslit í juli ella í august sigur Hesstjóri


Oljuleiting


Fáa teir tey neyðugu loyvini at bora ein avmarkingar- og metingarbrunn á bretskum øki ikki so langt frá fundinum á føroyska landgrunninum, verður borurin settur í longu í juni. Hetta sigur nýggi leitistjórin hjá Amerada Hess, Andrew Lodge, sum fyri fyrstu ferð vitjaði í Føroyum hósdagin. Tá hitti hann umboð fyri Oljumálastýrið og vitjaði skrivstovuna hjá Hess-samtakinum og hjá Atlants Kolvetni í Havn.

Sosialurin fekk orð á leitistjóran, áðrenn hann fór avstað aftur. Andrew Lodge hevur arbeitt í oljuvinnuni stóran part av lívi sínum og hevur virkað fyri skiftandi oljufeløg, fyri BP, fyri australska felagið BHP og nú at enda fyri Amerada Hess. Hann er útnevndur til leitistjóra hjá felagnum fyri Europa, Norðurafrika, Asia og Brasilia. Atlantsmótið og harvið Føroyaøkið er partur av hansara arbeiðsøki.

Hóast hann ikki hevur vitjað her áður, so hevur hann kortini arbeitt við tí føroyska økinum. Tað var tá brunnurin í Lopra varð boraður av nýggjum. Tá var hann við í arbeiðinum hjá BHP og var við á fundum hjá Danop í Danmark. Andrew Lodge hevur annars drúgvar royndir á Atlantsmótinum. Í nógv ár arbeiddi hann hjá BP, nettup á Atlantsmótinum. Árið eftir at BP fann risastóra Clairfeltið, tað var í 1978, var hann við til at bora brunn í hesi nýggju og komandi oljuprovinsini.

Og hóast mong svørt skýggj enn hómast, og nógvir brunnar hava verið turrir øll hesi seinastu 25 árini, so heldur Andrew Lodge kortini, at framtíð liggur í hesum stóra økinum. Hann vísir til tær báðar oljukeldurnar Foinaven og Schiehallion, sum prógva, at nógv olja er í økinum. Tilsamans goyma tær meira enn eina milliard tunnur av olju. Hann heldur tí ikki, at føroyingar skulu missa vónina, nú tveir av teimum fyrstu brunnunum vórðu turrir. Tann sannroynd at man nú veit, at her er ein virkin kolvetnisskipan, hevur alstóran týdning, og brunnurin hjá Amerada Hess, sum vísir týðandi nøgdir av kolvetni, skal nú sleppa at standa sína roynd.

Andrew Lodge heldur, at føroyingar eiga at hava tol, tí enn restar nógv í at koma á mál. Sjálvur er hann bjartskygdur men vil eisini vera realistiskur og sigur, at neyðugt er við fleiri boringum og kanningum, áðrenn man kann siga nakað við vissu um lønandi nøgdir.

-Eftir boringina í juni kunnu vit fara frá spekulatiónum til verulig tíðindi leggur Hesstjórin aftrat. Vit síggja fram til eitt positivt úrslit í juli ella í august, tá vit vónandi eru komnir niður til sjálvt reservoirið/goymsluna.

Teir fara at bora niður í somu løg sum tey í føroyskum øki, har tann áhugaverda lindin var um 170 metrar. Møguliga verður tó ikki borað fult so djúpt sum føroysku megin markið.

Tað ber ikki til bert við einum slíkum kanningarbrunni at siga, um feltið er rakstrarverdugt. Men teir kunnu so staðfesta við boringini, um teir halda, at feltið kann vera rakstrarverdugt. Til at staðfesta tað mugu teir helst bora enn eina kanningarbrunn, og tað er ikki óhugsandi, at tann brunnurin verður boraður í føroyskum øki næsta ár. Um alt gongur einum til vildar við boriskipi og veðurvánum, so er ikki útilokað, at næsti kanningarbrunnurin verður boraður á føroyskum øki seint í ár. Men tað er lítið sannlíkt.

Gott fyri føroyingar og bretar
Hví bora teir so ikki henda fyrsta kanningarbrunnin á føroyskum øki?

-Jarðfrøðin kennir ikki geopolitisk mørk. Eg haldi, at hetta staðið í bretskum øki vit hava funnið fram til at bora í juni, er tað besta staðið at bora kanningargrunnin, bæði fyri føroyingar og fyri bretar og ikki minst fyri partaeigararnar hjá The Faroes Partnership.

Samtakið hevur leitiloyvi bæði í føroyskum og bretskum øki, og verður mett, at fundurin hjá Hess gongur tvørtur um markið. Við at bora bretsku megin markið nú ber til at siga, at samtakið tá eisini nøktar bretsk ynski um at fáa leiting í gongd skjótast gjørligt. Samtakið slær tvær flugur í einum, og kann henda mannagongdin eisini verða nógv bíligari, heldur enn nú beinavegin at bora kanningarbrunn á føroyska landgrunninum. Tí kann sigast, at fyrsta oljufundið á føroyska landgrunninum, í veruleikanum ikki burturav verður føroyskt men heldur eitt føroyskt/bretskt fund.

Andrew Lodge roknar við, at brunnurin teir nú skulu til at bora, verður helst dýrari enn tann, ið varð boraður í Føroyum í fjør, tí teir fara helst at gera meiri arbeiði, tá komið verður niður til málið.

Nýggjar vónir til økið
Hann viðgongur, at fundið hjá Faroes Partnership hevur kveikt nýggjar vónir til alt økið og ítøkiliga er tað komið burtur úr, at man nú við vissu veit, at tann virkna kolvetnisskipanin, sum er í bretskum øki, eisini finst í føroyskum umráði. ?Vit høvdu ikki verið her og brúkt nógvar pengar, um vit ikki trúðu, at her er olja í rakstrarverdugum nøgdum.

Amerada Hess hevur gjørt avtalu um at brúka boriskipið West Navion til at bora tveir brunnar í bretskum øki í næstum. Fyrst verður brunnurin Campo boraður, helst í apríl. Hann liggur 50 kilometrar norðan fyri Schiehallion. Eftir tað verður farið at bora nógv umrødda kanningarbrunnin nær føroyska markinum, helst í juni. Eitt sindur av óvissu er annars um boriskipið. Sambart oljubløðum hevur West Navion framvegis tøkniligar trupulleikar, nú tað borar í Kanada. Um tað fer at seinka boringarnar hjá Hess er óvist.

Nú Hess fer at bora í bretskum øki hevur spurningurin um at brúka føroyskar vørur og tænastur verið frammi. Andrew Lodge sigur, at nú teir hava havt eitt sera gott samstarv við eitt føroyskt felag, Atlants Kolvetni og hann ikki ivast í, at hetta samstarvið fer at vera eins gott í bretskum øki, so sær hann ikki ta stóru broytingina í so máta, tá teir nú í veruleikanum bara flyta seg 5 fjórðingar um markið.

Andrew Lodge dylur ikki fyri, at Amerada Hess sær tað vera av stórum týdningi at arbeiða saman við einum føroyskum oljufelag, og tí vónar hann eisini, at boringin í bretskum øki fer at geva føroyska felagnum royndir og vitan, sum krevst fyri at kunna fara út í onnur og nýggj øki at arbeiða. Hann ynskir Atlants Kolvetni góða eydnu í royndum sínum at gerast eitt oljufelag, sum eisini arbeiðir í øðrum økjum enn tí føroyska. Við tí tætta tilknýtinum til føroyska samfelagið og vinnuna, sum Atlants Kolvetni hevur, metir Andrew Lodge tað hava ómetaliga stóran týdning fyri samtakið, at eitt føroyskt oljufelag er við.

Oljuframleiðsla í fyrsta lagi í 2007-8
-Um tað vísir seg, at fundið hjá Hess er rakstrarverdugt, nær kunnu vit rokna við at síggja fyrstu oljuna?

-Vanliga ganga fýra ár í slíkum umhvørvi, frá tí at tú er liðugur við allar avmarkingar- og metingarbrunnarnar (appraisal) til tú hevur eina framleiðslu. Tað kann gerast skjótari, men í slíkum umhvørvi sum hesum er rætt at brúka ta neyðugu tíðina til at tryggja sær, at trygdar- og heilsuspurningarnir eru uppá pláss. Hetta merkir, at tað frá í dag kunnu ganga millum 6 til 7 ár, til framleiðsla er í gongd á føroyskum øki.

Undir vitjan síni í Oljumálastýrinum nýtti Andrew Lodge høvi til at siga Eyðun Elttør, at hann er sera hugtikin av, hvussu væl myndugleikar og fólk annars hava dugað at fyrireika seg til hesa nýggju avbjóðingina.