Eldur kom í eina oljugoymslu í russiska býnum Sotji sunnunáttina.
Hesum greiddi guvernørurin, Veniamin Kondratjev frá í boðtænastuni Telegram.
Eldurin kyknaði sum avleiðing av einum ukrainskum dronuálopi, skrivar hann.
Fleiri enn 120 sløkkiliðsfólk royna at sløkkja eldin á oljugoymsluni tíðliga í morgun, skrivar Kondratjev.
Sambært russisku tíðindastovuni Ria er eldur komin í ein brennievnistanga við sum rumar 2.000 rúmmetrar av brennievnni.
Orsakað av eldinum varð flúgvingin fyribils steðgað frá flogvøllinum í býnum. Flúgvingin verður tikin uppaftur tíðliga í mmorgun, boðar flogvøllurin frá.
Sochi liggur við Svartahavið í sunnasta parti av Russlandi.
Russiska verjumálaráðið boðaði tíðliga sunnumorgunin frá, at 93 dronur vóru skotnar niður yvir økinum, har oljugoymslan er, og yvir Svartahavinum.
Longri norðuri í Voronezh-økinum vóru eisini fráboðanir um dronuálop.
Guvernørurin í økinum, Aleksandr Gusev, skrivar á Telegram, at fýra fólk hava fingið skaða í einum ukrainskum álopi.
Trý teirra eru flutt á sjúkrahús, upplýsir guvernørurin.
Harumframt er eldur komin í fleiri hús og aðrir bygningar orsakað av niðurskotnum dronulutum. Sambært russiska verjumálaráðnum eru 18 ukrainskar dronur skotnar niður yvir Voronezh.
- Enn er vandi fyri fleiri dronuálopum, legði Gusev afturat.
Reuters hevur ikki megnað sjálvstøðugt at staðfest upplýsingarnar.
Ukraina hevur ikki gjørt viðmerkingar til fráboðanir um álop hvørki í Sochi ella Voronezh.
Báðir partar nokta at hava søkt seg móti sivilfólki í teirra álopum í krígnum, sum hevur verið áhaldandi síðani Russland fór undir innrás í grannalandið í februar 2022.
Ukraina sigur, at álopini í Russlandi hava til endamáls at oyðileggja undirstøðukervið, sum hevur ein týðandi leiklut í russiska krígsátakinum.
Eisini vóru fráboðanir um álop í Ukraina í nátt.
Hernaðarleiðslan í høvuðsstaðnum, Kiev, sigur, at Russland hevur framt eitt rakettálop á býin.
Vitni siga við Reuters, at tey hoyrdu eitt hart brak stutt eftir midnátt.
Ongar fráboðanir vóru um skaða.
Ritzau/Reuters










